Føroyar vunnu við trimum málum, tá Slovenia var mótsstøðuliðið til HM-endaspælið í fjør. Lagt varð upp til eina tætta hálvfinalu, og tað gjørdist so sanniliga ein slík í Litava í kvøld.
Føroyska liðið var annars nógv betri fyrstu løtuna og hevði eina leiðslu á 4-5 mál eina góða løtu. Álopsspælið var flótandi, og fyriuttan nøkur skot av vinstra vongi vóru tær føroysku ógvuliga tryggar í skotinum. Verjuparturin hekk væl saman fyrstu stóru tíggju minuttirnar, men so kom Slovenia lættari til millum annað langskot mitt fyri og innspøl til strikuna, og Føroyar byrjaðu at missa tamarhaldið á dystinum.
Hetta var eisini tí, at Slovenia var komið eitt sindur longur út at verja, og Maria Pálsdóttir Nólsoy so gott sum varð tikin burturúr. Føroyska liðið skuldi nýta eina løtu at finna loysnir - ein part av hálvleikinum blakaði liðið ov lætt bóltar burtur og tók skeivar og heldur skjótar avgerðir í millum annað yvirtalinum.
Síðsta løtan av fyrra hálvleiki var góð frá føroyskari síðu, og í umleið tjúgu leikminuttir lá leiðslan millum eitt og trý mál. Føroyar sluppu tó ikki avstað og millum annað tí, at tær fingu tó ikki loyst verjupartin fyrrenn seinastu minuttirnar av 2. hálvleiki - tá okkara dekkaðu 5-1, og óvissi sníkti seg inn hjá Slovenia. Annars kom mótstøðuliðið heldur lætt til málini, og í mun til dystin móti Spania vóru bjargingarnar ikki har. Hetta var ein dystur merktur av nógvum málum - og eisini nógvum útvísingum.
Tað sum eisini gjørdi, at tað eina løtu sá út til at koppa til Slovenia, var at brend skot høvdu sníkt seg inn. Føroyska liðið hevði annars havt høgan skoteffektivitet - millum annað var toppskúttin Karin Egholm fyri tað mesta ísakøld av vinstra vongi, og Maria, Anna Elisabeth og Bjørk í bakketuni tóku stóra ábyrgd í samband við fleiri mál. Tað merktist á ymsan hátt, at nógv stóð uppá spæl. Føroyar brendu tríggjar upplagdar møguleikar seinastu seks minuttirnar, millum annað fyri at so at siga avgera dystin, men nógv onnur góð mál gjøgnum hálvleikin og sterkari verjupartur síðstu minuttirnar vóru nóg mikið til at tryggja Føroyum brotsskastskapping. Farið var beinleiðis til tað og ikki til longda leiktíð.
Slovenia hevði fyrsta skotið, men Silja Arngrímsdóttir Müller fór rættan vegin, og bólturin endaði á stongini. Lukka Arge, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Bjørg Franksdóttir Joensen og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe vóru púra tryggar, og harvið kundi Silja avgerða alt við góðari bjarging.
Sum vera man stórur fagnaður og stórar kenslur í føroysku leguni eftir eitt flott avrik. Nú snýr tað seg tó beinanvegin um at hyggja frameftir. Spania er á skránni seinnapartin í morgin. Spania vann við einum máli, tá liðini hittust hósdagin, og vann stórt á vertunum í hálvfinaluni í dag. Gull er uppá spæl og møguleikin fyri at koma til HM- endaspælið næsta ár er eisini har hjá báðum liðunum.
Fyrsta bríksl í Klaipedia verður klokkan 15. EHFTV vísir dystin.
U19 European Championship, hálvfinaur
Klaipedia, Litava - leygardagin 15. juli
Føroyar - Slovenia 37-36 eftir brotskøst - 33-33 (18-16)
Føroysku málskjúttarnir (Fyriuttan br.kappingina):
Karin Egholm 8 mál
Bjørk Franksdóttir Joensen 5 mál
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4 mál
Silja Olivia Heðinsdóttir 4 mál
Barbara Hammer 2
Lukka Arge 2 mál (1)
Lea Mohr 1
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Brotskastskapping:
Slovenia rakar stongina
34-33 - Lukka Arge
34-34
35-34 - Bjørk Franksdóttir Joensen
35-35
36-35 - Maria Pálsdóttir Nólsoy
36-36
37-36 - Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe
37-36 - Silja Arngrímsdóttir Muller bjargar
Skoteffektivitetur - Føroyar (mál/skot):
33/49 = 67 prosent
Í brotskastskappingini: 4/4 =100 prosent
Bjargingar:
Silja Arngrímsdóttir Müller 7/31 = 23 prosent
Gylta Djurhuus á Neystabø 2/11 = 18 prosent
Tekniskar villur:
Føroyar: 14
Slovenia: 14
Útvísingar:
Føroyar: 6
Slovenia: 8
Dystargongdin:
5 min: 4-1
10 min: 7-3
15 min: 12-7
20 min: 13-11
25 min: 15-14
30 min: 18-16
35 min: 21-19
40 min: 24-22
45 min: 26-26
50 min: 28-29
55 min: 31-31
60 min: 33-33
(Eftir brotskøst: 37-36)
Fyrr í dag:
Litava - Spania 22-38
Finala í EHF Championship:
Í morgin, sunnudagin 15.00
Føroyar - Spania (EHF TV)
Hondbóltur
Stórt drama í hálvfinaluni
Føroyar høvdu yvirtakið meginpartin av spennandi dystinum, men eina løtu sá finaluplássið út til at fara til Slovenia. Okkara U19-kvinnur hildu tó høvdið kalt.
Føroyska liðið við leiðarum og áskoðarunum eftir ein av sigrunum í vikuni. Eftir tveir ógvuliga tættar dystir, er helst nakað av møði í hópinum, men tær føroysku burdu eisini verið brynjaðar til finaluna (Mynd: EHF)
2023-07-15 20:34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald