Spania vann við 13 málum, tá liðini hittust í U18-HM í fjør. Í dag fekk spanska liðið tó skarpan gang móti tí føroyska í bólkafinaluni í EHF Championship: Bert eitt mál var á muni, tá samanum kom. Føroyar vóru á odda í steðginum og eisini partar av seinna hálvleiki. Tíverri kostaðu tekniskar villur og brend skot, umframt útvísingar og nakrar verjustøður.
Byrjanin var merkt av fáum málum. Serliga vóru tað Føroyar, ið høvdu ógvuliga trupult við at skora og loysa álopskendu og ágangandi sponsku verjuna. Til tíðir var talan um 4-2 og eisini 3-3 verju, har spælarar komu heilt fram at møta Bjørk Franksdóttir Joensen, Mariu Pásldóttir Nólsoy og Onnu Elisabeth Halsdóttir Weyhe í bakketuni, so tær ikki komu upp í ferð. Í løtum - serliga í byrjanini - høvdu tær torført við at koma í rútmu.
Tað var Silja Arngrímsdóttir Müller, ið helt Føroyum inni fyrra helmingin av hálvleikinum, har okkara bert skoraðu fýra mál, harav bert eitt var í skipaðum álopsspæli (Tvey komu eftir skjótálop og eitt eftir brotskast). Silja stóð ein framúr dyst við 15 bjargingum, harav nógvar vóru stórbjargingar uppá nærskot.
Silja Arngrímsdóttir úr Neistanum hevði stóran leiklut í føroyska málinum (Mynd: EHF)
Mynd: EHF
Eftir leikbrá í 16. minutti kom veruligt glið á álopsspælið. Spælararnir tóku nærum bert rættar avgerðir fram til hálvleiks, lupu á við ferð og dirivi, og fá skot vóru brend. Føroyar gagnnýttu plássið, sum álopskenda verjan gav og skoraðu heili 12 ferðir uppá 14 minuttir móti sterku sponsku verjuni, ið má sigast at vera sera flott. Verjuparturin hevði eisini gott á serliga gjøgnumbrotinum, og í steðginum var 16-13 til Føroyar.
Hendan leiðslan helt tó ikki leingi. Spania legði út sum eitt óløgi í seinna hálvleiki og fekk stressað føroyska álopsspælið. Nógvir bóltar vórðu blakaðir burtur, og tað gjørdist eisini eitt tema gjøgnum hálvleikin, at føroyska liðið brendi ov nógvar upplagdar málmøguleikar.
Nógvar útvísingar merktu eisini dystin - sjey hvør. Dómarapartið tykiskt ikki heilt at vera í rútmu alla tíðina, og einu løtuna Spania var tvær færri og gjørdu tvey mistøk, tá bólturin skuldi gevast upp, komu Føroyar á odda við tveimum. Spanska liðið svaraði tó skjótt á við øgiligum fysikki og helt leiðsluna restina av dystinum.
Dysturin var rótutur seinastu tjúgu minuttirnar, men okkara hingu allatíðina í. Silja Müller hevði framvegis stórbjargingar, og Bjørk F. Joensen fekk nøkur góð mál. Samanlagt vóru mistøk og brend skot sum nevnt ov mong, og í miðblokkinum fingu Føroyar ikki heilt tamarhald á Spania síðstu løtuni.
Høgrri bakkurin Bjørk F. Joensen gjørdist føroyskur toppskjútti við seks málum - fleiri ferðir seinastu løtuna tók hon sakina í egnar hendur (Mynd: EHF)
Hóast man kann irða seg um tapið, tá tað nú var so nær við, og tað var ein fysiskt krevjandi dystur, so kann føroyska liðið brúka hetta til nógv upp til hálvfinaluna leygardagin. Seinni í dag verður greitt, hvørjum Føroyar møta har. Helst verður talan um Slovenia. Føroyar skulu basa teimum fyri at koma í finaluna í kappingini, har Spania helst verður annað liðið, og fyri at hava møguleikan at koma í HM-endaspælið næsta ár.
U19 European Championship, 3. umfar
Klaipedia, Litava - hósdagin 13. juli
Føroyar - Spania 28-29 (16-13)
Endaliga støðan
Spania 6 stig
Føroyar 4 stig
Turkaland 2 stig
Bulgaria 0 stig
Dystargongdin:
5 min. 2-2
10 min. 3-4
15 min. 4-6
20 min. 8-7
25 min. 12-10
30 min. 13-16
35 min. 17-17
40 min. 19-19
45 min. 22-23
50 min. 22-24
55 min. 26-27
Bjargingar:
Silja Arngrímsdóttir Müller 15 (43 skot) = 35 prosent
Gylta Djurhuus á Neystabø 2 (4 skot) = 50 prosent
Tekniskar villur:
Føroyar: 15
Spania: 9
Skoteffektivitetur (Føroyar):
45/28(Skot/Mál) = 62 prosent
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald