Fótbóltur

Stórt kvøld fyri felagið hjá Gunnari Vatnhamar

Leirvíkingurin hevur verið ivasamur til fyrsta dystin hjá einum íslendskum felagi í "knock-out umfari" í Evropa. Verjuspælarin verður tó í hópinum til "heimadystin" í Helsinki móti Panathinaikos.

Gunnar Vatnhamar til venjingina á Bolt leikvøllinum í Helsinki í gjárkvøldið (Mynd: Víkingur Reykjavík)

Gunnar Vatnhamar til venjingina á Bolt leikvøllinum í Helsinki í gjárkvøldið (Mynd: Víkingur Reykjavík)

2025-02-13 12:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann fekk ikki spælt í seinasta dystinum í deildarspælinum, sum endaliga sendi Víking víðari. Gunnar Vatnhamar eigur tó stóran leiklut í, at felagið í Reykjavík er har, sum tað er nú: Í einum knock-out dysti í einari evropeiskari kapping.

Skipanin er so, at liðini, sum enda millum 9 og 24 í deildarspælinum skulu spæla tveir dystir um pláss í áttandapartsfinaluni - júst sum í Champions League. Eftir seks umfør endaði Víkingur á 19. plássi og trekti grikska stórfelagið Panathinaikos. 

Í kvøld verður fyrri dysturin milllum liðini. Tað hevur verið nakað av rumbli um, hvar dysturin skal spælast. UEFA vil ikki geva undantaksloyvi til Víking og lánta Kópavágsvøllin longur, so einki í Íslandi bar til. Tórsvøllur var ov stórur vandi, í mun til veður, og Parkin í Keypmannhavn varð heldur ikki góðkend sum fyribils heimavøllur hjá Víkingi.

Loysnin varð Helsinki. Heimavøllurin hjá HJK, har KÍ spældi, og tapti, avgerandi dystin um at koma í bólkaspæli í júst Conference League í august. Víkinga-ferðalagið kom til Finnlands týsdagin og vandi á Bolt leikvøllinum í gjárkvøldið.

[object Object]Heldur serstakar umstøður at hava heimavøll hjá íslendska felagnum - tó er tað "passaliga" kalt (Mynd: Víkingur Reykjavík)

Gunnar Vatnhamar vandi part av venjingini. 29-ára gamli leirvíkingurin hevur verið darvaður av skaða í vetur.

Íslendskir miðlar, millum annað fotbolti.net, vænta ikki, at hann byrjar inni. Gunnar er tó í øllum førum í hópinum, og føroyski landsliðsspælarin kann fáa søguligar og spennandi minuttir í kvøld.

Dysturin í kuldanum í finska høvuðsstaðnum (umleið fimm kuldastigum) byrjar klokkan 17.45 føroyska tíð. Hann sæst, um ein hevur hald á stroymingartænastuni Disney+.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder