Hondbóltur

Stórt vónbrot hjá vestmenningum

- Eg haldi ikki at teir eru betur enn vit, sigur Andrias Eriksen um samlaða trýmálstapið móti italska Brixen.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-03 21:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ein vónbrotin Andrias Eriksen hjá VÍF, sum Sjúrður H. Hoydal gjørdi samrøðu við aftaná seinna dystin móti SSV Brixen, sum var í Vestmanna sunnudagin.

- Vit hava hendan dystin, og eg haldi ikki teir eru betur enn vit. Vit eru eitt fet frammanfyri, men vit megna ikki at binda fyri og avgerða tað, staðfestir Andrias Eriksen.

Italska SSV Brixen vann samlað við trimum málum. Fyrri dysturin endaði 37-35 til Brixen og tann seinni 38-37 til gestirnar.

Andrias Eriksen er stoltur av liðnum, sum hóast alt megnaði at vinna tveir dystir í Luxemborg.

- Eg eri errin av, at vit kunnu seta VÍF á hondsbóltkortið. Vit fóru til Luksemborg og vunnu báðar dystirnar á útivølli.

- Eg eri stoltur av liðnum og glaður at sleppa ta royna hetta her. Vónandi ganga ikki 25 ár áðrenn vit sleppa at royna hetta aftur, sigur Andrias Eriksen, og sipar til at tað er langt í millum at VÍF luttekur í evropeiskum kappingum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder