
Beint eftir stórsteypadystin á Tórsvølli var lutakast til tvey tey fyrstu umførini í kappingini um Løgmanssteypið.
Sí eisini: HB endurvann stórsteypið
Og tað var av álvara eitt spennandi lutakast, sum nú givni liðformaðurin hjá steypavinnarunum í fjør trekti fyri Televarpið.
Teitur Matras Gestsson fekk para síni fyrrverandi feløg HB og KÍ saman. Hesi hittust eisini í 1. umfari í fjør, og er tað av álvara HB, ið hevur yvirtakið í steypakappingini móti KÍ og samanlagt í hesi kappingini seinastu árini.
HB var omaná, tá arvafíggindarnir hittust í Klaksvík flaggdagin í fjør. Eftir hendan dystin fekk Haakon Lunoc sekkin.
HB endaði kappingarárið við Løgmanssteypinum, og var hetta tað seinasta Teitur Matras Gestsson gjørdi sum fótbóltsspælari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Eysturoyarliðini Víkingur og NSÍ skulu eisini bresta saman tíðliga í apríl. Tað verða føroyameistararnir, sum taka ímóti styrktum NSÍ-liði í Sarpugerði, og lagt er upp til stóruppgerð.
Aðrar tættar uppgerðir eru eisini í væntu. EB/Streymur varð trekt at fara beinleiðis víðari - tað er ólíka tal av liðum í umfarinum.
Kappingin um Løgmanssteypið 2025
Áttandapartsfinalur, 1. umfar:
FC Hoyvík - B71
Skála - TB
B68 - ÍF
Víkingur - NSÍ
AB - FC Suðuroy
HB - KÍ
07 Vestur - B36
Dystirnir verða spældir 7 og 9. apríl (mánakvøld og mikukvøld)
EB/Streymur er beinleiðis víðari við lutakasti. 15 lið eru, og tí eru bert sjey áttandapartsfinalur
Fjórðingsfinalurnar síggja soleiðis út:
(Skíggjamynd/Televarpið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald