Hondbóltur

Stórur áhugi fyri Faroe Islands Handball Cup

Í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrsta sinni í Vági – Higartil eru tilmeldaði fleiri enn 40 lið og fleiri enn 400 leikarar.

2020-06-29 13:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrst í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrsta sinni í Vági.

Talan er um hondbóltskapping fyri børn & ung og fyri vaksin – í døgunum 3.-5. august fyri børn & ung, og í døgunum 14.-15. august fyri vaksin.

Spælt verður í framúr góðu umstøðunum í Marghøllini í Vági og í Vágs Høll.

Tilmeldingarfreistin er 30. Juni 2020 á midnátt. Higartil eru tilmeldaði fleiri enn 40 lið og fleiri enn 400 leikarar til Faroe Islands Handball Cup 2020.

Lið í øllum aldursbólkunum frá U10 til og við U16 í gentum og dreingjum eru meldaði til, so gott grundarlag er fyri at fáa eina góða og spennandi kapping, og ikki minst nakrar góðar og gevandi dagar í Vági.

Nærri kunning fæst á www.handballcup.fo.

placeholder
placeholder