Nakað av ivamálum hevur verið sátt um steypafinaluna hjá monnum. Veðrið sær ikki so út fríggjadagin - tó sær tað út til at gerast væl frægari út á kvøldið.
Fyrsta bríksl í finaluni um Løgmanssteypið fríggjakvøldið verður klokkan 19.00. Og um atgongumerkjasølan heldur fram við sama lag, so verður helst útvið fullsett á Tórsvølli.
Fótbóltssamband Føroya boðar frá, at fyrrapart í gjár, týsdagin, høvdu umleið 2.700 KÍ- og Víkingafjepparar tryggjað sær pláss.
Fjepparar hjá liðunum í finaluni kunnu keypa atgongumerki á eystursíðuni (langsíðuni) á Tòrsvølli. Bólkarnir 101 til 104 eru settir av til ljósabláu Víkingarnar, meðan bólkarnir 105 til 108 eru ætlaðir kongabláu KÍ’arunum.
Sum nú er, eru fimm av teimum tilsamans átta bólkunum útseldir. 370 pláss eru í hvørjum bólki.
Atgongumerki til steypafinaluna kunnu keypast her
Bussar og upphitingatiltøk
Eins og í 2022, og serliga í 2016, fara víkingar og KÍ'arar vónandi at seta stóran dám á dystarupplivingina.
Víkingur skipar fyri stórari upphiting í Sarpugerði, í Víkinga-húsinum, og síðani verður koyrt til Havnar í bussum klokan 17.30.
KÍ hevur eisini lýst við ókeypis bussi. Koyrt verður frá gamla skýlinum klokkan 15.45. Bláa Bylgjan skipar eisini fyri upphiting, men hetta verður í Bowlinghøllini á Hálsi frá klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald