Fótbóltur

Stórur dagur í oddastríðnum

City vitjar hjá Palace, har liðið kann fáa tað trupult - stórdystur er á Anfield, har Chelsea er á vitjan.

Tað veðrur allarhelst hart stríð um stigini á Anfield í dag
(Mynd: EPA)

Tað veðrur allarhelst hart stríð um stigini á Anfield í dag (Mynd: EPA)

2019-04-14 12:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dyst fyri dyst, slag fyri slag, sigur aftaná sigur: Liverpool og Manchester City eru í einum ógvuliga tøttum stríðið um meistaraheiti, ið kann fara allan vegin til seinasta leikdagin. Í dag er ein dagur, ið møguliga kann skilamarkast sum ein ógvuliga týðandi, í mun til hvar meistarheiti fer. 

14.05: Crystal Palace - Manchester City
16.30: Liverpool - Chelsea 

Seinasta kappingarár hevði Manchester City vunnið 18 dystir á rað, áðrenn liðið hjá Pep Guardiola spældi á Selhurst Park 31. desember, 2018. Palace spældi ein góðan dyst og kundi havt avgjørt hann heilt ímóti endanum, men Luka Milivojevic megnaði, í mun til 10 ferðir í hesum kappingarárinum, ikki at skora úr ellivu metrum. Um Manchester City fær tað eins trupult í dag, er ikki vist, men meistararnir hava spælt sera nógvar dystir í 2019, nógv er uppá spæl, og tað er sjálvdan talan um lættar 90 minuttir at koma ígjøgnum á larmandi leikvøllinum í London.

Í apríl fyri fimm árum síðani gleið Steven Gerrard miðskeiðis á vøllinum á Anfield, Demba Ba fór avstað við bóltinum og skoraði ímóti "The Kop", Liverpool tapti, og liðið misti tamarhaldið í oddinum. Manchester City vann meistaraheiti, og hesaferð vil stórfealagið syrgja fyri, at nakað líknandi ikki hendir aftur. Liðið hjá Klopp hevur ferð eftir ferð víst, at tað kann fáa sigrar í truplum støðum, og stríðist ógvuliga hart og væl fyri sínum fyrsta meistaraheiti síðani 1990.

Liverpool er tvey stig frammanfyri City, men hevur ein dyst færri. Liðini hava ávíkavist fimm og seks dystir eftir at leika. Hjá Chelsea er eisini nógv uppá spæl í hesari truplu uppgávuni: Liðið er í løtuni á 4. plássinum, men har er ógvuliga tætt: Tottenham og United vunnu í gjár, og Arsneal hevur ein dyst til góðar í annaðkvøld. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder