Annað

Stórur flogbóltsdagur í Klaksvík

Tær fýra hálvfinalurnar í steypakappingini eru á skránni seinnapartin.

Badmintonhøllin í Klaksvík er til reiðar til fýra hálvfinalur í dag
(Mynd: fbf.fo)

Badmintonhøllin í Klaksvík er til reiðar til fýra hálvfinalur í dag (Mynd: fbf.fo)

2019-02-16 10:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør vórðu allar hálvfinalurnar í flogbólti leiktar í Klaksvík. Tá var tað í KÍ-høllini, at finaluliðini skuldu finnast. Í dag er tað beint við síðuna av, í Badmintonhøllini, har Mjølnir vanliga hevur heimavøll. Júst Mjølnir er eitt av trimum feløgunum, ið bæði hevur mansliðið og kvinnuliðið við í hálvfinalunum. Hini eru SÍ og Fleyr.

Kl. 13.00 MM Mjølnir - SÍ
Kl. 15.00 MK SÍ - KÍF
Kl. 17.00 MM Fleyr - ÍF
Kl. 19.00 MK Fleyr - Mjølnir

Hjá monnum er Mjølnir stórfavorittur á heimavølli. Klaksvíkingar hava verið suverenir í landskappingini í ár. Í hinari hálvfinaluni er lagt upp til ein ógvuliga tættan dyst, tá ÍF roynir at koma í finaluna aftur. Í fjør vann SÍ 2 steypafinaluna.

Hjá kvinnum kann gerast talan um heilt spennandi dystir. Fleyr og SÍ eru ávíkavist nummar eitt og tvey í landskappingini. Men 3. februar vann Mjølnir 3-1 á Fleyr í tøttum dysti í Havn, og KÍF vann 3-2 á heimavølli á SÍ. Fleyr vann í fjør steypafinaluna í sera spennandi dysti ímóti Drátti. 

Flogbóltssambandið skrivaði í gjárkvøldið, at Klaksvík nú er klár til hálvfinalu-brakið. Fólk arbeiddu allan dagin í gjár við at leggja Taraflexgólvið á, eins og annað arbeiði er gjørt runt vøllin, so Badmintonhøllin er ikki at kenna aftur.

FM1 sigur frá øllum dystunum, og Kringvarpið stroymir allar dystirnar. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder