Fótbóltur

Stórur føroyskur fótbóltssunnudagur á FM1 og á Portalinum

Beinleiðis sendingin av Tórsvølli byrjar klokkan 15 við ymiskum gestum, og sagt verður frá Føroyar - Kekkia klokkan 17. Aftaná vera viðmerkingar úr føroysku leguni.

Eins og hóskvøldið, leiða Eli Simonsen (viðmerkjari) og Trygvi Absalonsen (frásøgmaður) okkum ígjøgnum landsdyst á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Eins og hóskvøldið, leiða Eli Simonsen (viðmerkjari) og Trygvi Absalonsen (frásøgmaður) okkum ígjøgnum landsdyst á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-12 08:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska manslandsliðið spælir klokkan 17 sín seinasta heimadyst í 2025. 

Tað eru tríggir dagar síðani, at Montenegro meira ella minni varð flongt í Føroyum, og nú sunnudagur ee, verður farið eftir stigametinum fyri eina undankapping.

Sí eisini: 

Føroyar hava javnað stigametið fyri eina undankapping - ongantíð vunnið so stórt í kappingardysti

Árni fer altíð at minnast avrikið móti Montenegro

Hetta fara vit at tríva aftur í, í upptaktini, og so verður sjálvandi hugt uppá spennandi uppgávuna móti kekkum.

Á FM1:

Klokkan 14 verður Fótbóltsskýlið, sum varð sent beinleiðis av Tórsvølli í gjár, endursent á FM1.

Sí og hoyr eisini: Símun Samuelsen: Tað var við vilja

Til ber eisini at hoyra alla sendingina her

Klokkan 15.00 eru Petur Asbjørn Lervig og Pætur Nolsøe til reiðar við beinleiðis upptakt av Tórsvølli. Teir fara millum annað at tosa við umboð frá Skansanum og hava onkrar gestur. Vit hoyra eisini frá landsliðsspælarum og venjara.

[object Object]
Pætur Nolsøe og Petur Asbjørn Lervig stíla her fyri festivalradio - í dag er tað fótbóltsradio 

[object Object]
Skansin gjørdi sanniliga aftur sítt hóskvøldið og skipar aftur í dag fyri upphiting (Mynd: Sverri Egholm)

Klokkan 17 eru Trygvi Absalonsen og Eli Simonsen til reiðar ovast á Tórsvølli, har teir fara at leiða lurtaran ígjøgnum spennandi landsdystin

Aftaná verður tikið saman um - eisini við føroysku umboðunum í sonevndu "Mixed Zone". Alt kann hoyrast á fm1.fo.

Eisini ber til at fylgja við ovast á Portalinum. Latið verður eisini upp fyri beinleiðis bloggi klokkan 15, og harfrá fylgja vit gongdini á Tórsvølli í teksti og í myndum. Aftaná hava vit samrøður.

Talan er um ítróttardekkning, sum er góður at hava frá einsæris og saman við øðrum - vit hoyrast og síggjast til ein spennandi føroyskan fótbóltssunnudag.

Myndir: Hugsa nú um nýggja og spennandi uppgávu

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Sunnudagin 11. oktober
17.00: Føroyar - Kekkia

Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 13 stig (5 dystir)
2. Kekkia 13 stig (6 dystir)
3 Føroyar 9 stig (6 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder