Fótbóltur

Stórur norskur áhugi fyri føroysku feløgunum

HB-troyggjur til Noregs, TB-fjepparafelag, og heilsanir frá KÍ og B36 til norskar fjepparar.

Ole Erik Midtskogen er einasti norski leikarin í Betrideildini. KÍ hevur í dag sent heilsan til norskar fjepparar. Í HB merkist áhugin frá Noregi sera væl (Mynd: Sverri Egholm)

Ole Erik Midtskogen er einasti norski leikarin í Betrideildini. KÍ hevur í dag sent heilsan til norskar fjepparar. Í HB merkist áhugin frá Noregi sera væl (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-05 16:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 9. mai fer Betrideildin hjá monnum í gongd aftur. Hetta hava tey, ið hava áhuga í føroyskum fótbólti bíðað leingi eftir, men nú eru tað eisini óvanliga nógvir norðmenn, ið gleða seg til, at fótbóltur verður á leikvallunum í Føroyum.

TV2 Norge tryggjaði sær fríggjadagin eina avtalu við Televaprið um tey fyrstu 12 umførini í Betrideildini. Hóast deildin ikki er á støði við tað, sum TV2 vanliga sýnir, so tykjast tað tó verða nógv, sum bara halda at tað verður gott at síggja beinleiðis fótbólt aftur og/ella at føroyskur fótbóltur kann verða áhugaverdur og stuttligur at síggja.

Portalurin hevur frætt eitt sindur frá nøkrum feløgunum, ið boða frá einum stórum áhuga, sum eisini sæst aftur á sosialu miðlunum.

HB: 
Mest vinnandi felagið i føroyskum felagið fær javnan fyrispurningar úr útlondum. Tað stendur tó als ikki í mát við teir hundraðtals fyrispurningarnar, ið eru komnir úr Noregi seinastu dagarnar. Teir snúgva seg millum annað um, hví litir og búmerkið hjá HB eru sum tey eru og um søguna hjá triðelsta fótbóltsfelagnum í Føroyum. 

Vit frætta frá HB, at eftirspurningur hevur eisini verið eftir fjepparalutum - serliga troyggjur. Í gjár vórðu tildømins nógvar leikarablusir seldar til Noregs. Eisini hevur verið prát um at stovna eitt norskt HB-fjepparafelag.

Norðmaðurin Andreas Breimyr var, sum tann fyrsti, í HB í fjør. Upihaldið hjá miðvallaranum gjørdist tó als ikki nøkur sólskinssøga.

Sum skilst eru fyrispurningar eisini komnir frá umboðsmonnum, sum vilja at leikarar sínir koma til føroysk feløg at spæla.

B36: 
Grannarnir hjá HB komu sunnudagin sum tað fyrsta føroyska ítróttarfelagið ,uppum 5.000 "likes" á Facebook. Í tí sambandi varð skrivað ein tøkk á síðuna til allarf fjepparar, og sum skilst hava nýggir norskir fjepparar hjá árstalsfelagnum spælt sín leiklut fyri at fáa talið uppum 5.000:

- A special thanks to all our new fans from Norway , who now can watch our league on TV2 Norge (Fótbóltsfelagið B36 á Facebook)

KÍ:
Felagið sum B36 stríddist við um FM í fjør, og sum tekur ímóti júst B36 leygardagin hevur í dag ynskt nýggjum norskum fjepparum vælkomnum við boðum á Facebook. Hetta ger Klaksvíkar Ítróttarfelag við at lýsa felagið sum  "tað besta í Føroyum og tað við tí størsta fjepparaskaranum", og við at fortelja um steypini: 

- VELKOMMEN TIL VÅRE NORSKE FANS
Vi ønsker deg velkommen som tilhenger av den beste klubben på Færøyene. KÍ er en lidenskapelig klubb med den største fanbasen på Færøyene.
Vi har vunnet mesterskapet 18 ganger og cupfinalen 6 ganger
Du er velkommen til å invitere vennene dine til å like vår Facebook-side 
KOYR Á KÍ! 

Klaksvíkar Ítróttarfelag á Facebook

KÍ hevur einasta norska leikaran í Betrideildini, áleyparan Ole Erik Midtskogen. Felagið hevur havt flest norskar leikarar gjøgnum tíðinia. Í fjør vóru tríggir; millum annað ein tann besti leikarin í Betrideildini 2019, Simen Sandmæl, ið TV2 hevur havt samrøðu við.

TB fingið fjepparafelag

Færøysk fotball på dagsordenen!

Sodan byrjar lýsingin á síðuni "Tvøroyrar Bóltfelag 1892 - Norsk Fanklubb"

Sum skilst hava nakrir ungir norskir vinmenn stovnað nokrska fjepparafelagið hjá føroyska aldursforsetanum. Í løtuni eru 120, ið dáma síðuna á Facebook, men har eru tó nógvir føroyingar.

Lýsingin av TB er av einum felagi við nógvari søgu, og lýsingin av føroyskum fótbólti er heldur skemtilig: 

Vil du se Tiki-taka eller Gegenpress? Vil du se fotball i fri flyt med tekniske finesser du aldri har sett? Da har du nok kommet feil.

Men hvis du vil se ekte fotball; kriging og beinhard jobbing. Hvis du er lei av å se overbetalte spillere rulle rundt på en strøken gressmatte flere ganger i uken, er du kommet til rett sted!

Tvøroyrar Bóltfelag 1892 (TB) er Færøyenes desidert eldste fotballklubb, stiftet, som navnet tilsier, i 1892. Dette er altså en klubb med lengre historie enn lag som Leeds, Chelsea og Bayern München.

Vi håper og tror at denne fanklubben skal bli verdens største utenlandske fanklubb for et færøysk lag. For å oppnå dette må du spre nyheten til alle dine bekjente som enda ikke har blitt frelst av guttene i svarte og hvite striper.

Velkommen til det brasilianerne kaller "o jogo bonito" - grovt oversatt til norsk til harde taklinger og tigerbalsam.

"Norska fjepparafelagið hjá TB"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder