Spennandi steypadagur er í Noreg í dag, har 16 dystir eru á skránni seinnapartin í samband við stríðið um áttantapartsfinalurnar.
Trý føroyingafeløg eru eftir í kappingini.
1/16-finalurnar í NM Cup (føroyingarnir):
13.30:
Fredrikstad - Rosenborg
Mikkjal Thomassen, venjari - Brandur Hendriksson spælir helst ein leiklut á vøllinum. Jóannes Bjartalíð ikki komin heilt fyri seg enn
15.00:
Sandnes Ulf - Odds BK
Gullbrandur Øregaard
Arendal - Bryne
Noah Mneney
Fredrikstad hevur fingið heilt góða byrjan sum uppflytari í Eliteseriuni og er á 6. plássi eftir 6 umfør. Sunnudagin vann liðið á Sandefjord, og nú vitjar Rosenborg liðið hjá Mikkjali Thomassen. Brandur Hendriksson spældi stóran leiklut í seinasta steypasigrinum - spurningurin er, hvussu nógv skálvíkingurin spælir í dag. Jóannes Bjartalíð er byrjaður at venja við bólti aftur, men er ikki tøkur til dyst enn.
U21-landsliðsspælararnir Noah Mneney og Gullbrandur Øregaard hava heilt ymiskar uppgávur: Gullbrandur og teir skulu helst spæla ein verjudyst móti Odds frá bestu deildini, meðan Noah og Bryne eru favorittar móti Arendal í triðbestu deildini. Noah skoraði í síðsta umfari. 21-ára gamli miðvallarin fær steypadystirnar, men ananrs er soltið við spælitíð hjá hartarbeiðandi miðvallaranum.
Gullbrandur hevur vanliga stóran leiklut hjá liðnum úr næstbestu deildini - eisini á U21-landsliðnum (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald