Annað

Stranda talvfelag endurstovnað

Í sambandi við ætlanini um at endurstovna talvfelagið á Strondum, varð skipað fyri kunningarfundi 16. august – Serliga er tað barnaarbeiði, sum ætlanin er at leggja stóran dent á.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-08-26 16:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hava tey aftur fingið talvfelag á Strondum.

Stranda talvfelag varð stovnað í 1972, og felagið var virkið í fleiri ár, men so steðgaði virksemið vegna vantandi undirtøku, og felagið varð avtakið. Men 16. august varð felagið endurstovnað.

Skipað var fyri kunningarfundi í sambandi við ætlanina um at endurstovna felagið, og nakað av fólki, bæði børn og vaksin, møttu upp, skrivar Sjóvar kommuna.

Petur Meinhard Magnussen, sum hevur arbeitt við at endurstovna felagið, greiddi frá um hansara hugsan um felagið, og hvussu tað væntandi fór at virka.

Serliga er tað barnaarbeiði, sum ætlanin er at leggja stóran dent á, har tey verða upplærd, og fáa regluligar venjingar. Eisini verða venjingar fyri vaksin, og er ætlanin at melda eitt lið til liðkappingarnar.

Fólk vóru sera jalig fyri hugskotinum, og at fáa talvfelag aftur til Strendur, og á fundinum tóku fólk undir við at stovna Stranda talvfelag. Tað gekk bara ein lítil løta, so høvdu fimm fólk tekna seg til at sita í nevndini fyri talvfelagið, skrivar Sjóvar kommuna.

Stranda talvfelag er nú endurstovnað, og hevur nevndin nú haft sín fyrsta fund, og hava tey skipað seg soleiðis:

  • Forkvinna: Hildigunn Ellingsgaard
  • Næstformaður og skrivari: Petur Meinhard Magnussen
  • Kassameistari: Abraham Dalslíð
  • Nevndarlimur: Suni Ernstsson
  • Nevndarlimur: Tummas Eli Joensen

Eisini hevur nevndin tikið avgerð, um at melda eitt lið til liðkappingina. Stranda talvfelag kemur at hava venjingar í Stranda skúla, og fer felagið í næstum at kunna um venjingartíðir, hvussu ein kann gerast limur og annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder