Fótbóltur

Stríð um LGBT-band: Vit fara framhaldandi at brúka liðskiparaband við ælabogalitum

B36 er eitt felag fyri øll, og vit fara framhaldandi at brúka ælaboga-liðskiparabandið, sigur felagið.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-22 23:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Boðini frá FSF í kvøld eru, at tað verður ikki góðtikið, at eitt nú liðskiparin hjá Betri-kvinnum okkara hevur ælabogalitt liðskiparaband.

Hetta var eitt nú umrøtt í Degi og viku í kvøld, har Petur Reinert, dómari, gjørdi vart við hetta. Hann fer tó at fylgja boðunum frá FSF, og ikki brúka hesi bondini við LGBT-litum framyvir.

Men í B36, har liðskiparin á besta kvinnuliðnum hevur havt eitt ælaboða-liðskiparaband á í ár, ætla tey at halda fram við hesum.

- Fremsta reglan í virðisgrundarlagnum hjá B36 er, at vit eru eitt felag fyri øll. Tí fara vit framhaldandi at loyva nýtslu av umrødda liðskiparabandinum, sigur felagið í fráboðan.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

- B36 fekk mikukvøldið - eins og øll onnur feløg í landinum - eitt lítið ítøkiligt skriv frá FSF, har víst varð á generellar leiðreglur fyri útgerð hjá spælarum.

Í Degi og Viku í kvøld verður staðfest, at hesar reglur m.a. – sambært FSF – innibera, at spælarar ikki kunnu brúka útgerð, sum á onkran hátt vísir samhuga við eitt nú LGBT. Tað er ein meginregla, at fótbóltur er ópolitiskur. Men júst stríðið móti mismuni eru ikki politiskt, men snýr hetta seg um universal mannarættindi, sigur B36.

- Aðrastaðni hava vit sæð, at eitt nú enska FA hevði átak, har heitt varð á feløg og spælarar um at nýta ælabogalitir til eitt nú hornafløgg, bóltar og lissur. Og í Danmark hevur DBU leinkju á heimsíðu síni, har feløg kunnu bíleggja ælabogalitt liðskiparaband, grundgevur B36.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder