Fótbóltur

Stríðið um niðurflyting á breddanum

Tað er so at siga bert spenningur í botninum undan triðseinasta umfarið, ið verður leikt seinnapartin.

2018-10-06 11:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað nærkast av álvara endanum av Betri-deildini. HB hevur fingið FM í hús, og stríðið um Evropa er so gott sum av. Nú er tað í botninum at slagið skal standa. 25. umfar er á skránni í dag: 

15.00: 
AB - Víkingur
           07 Vestur - KÍ

16.00: B36 - TB/FCS/Royn 
           EB/Streymur - NSÍ
           Skála - HB

Í morgin er ein avgerandi dystur í 1. deild, tá B68 vitjar í Klaksvik. Vinna toftamenn er bert eitt stig upp til 3. plássið, ið gevur uppflyting. Men vinnur næstbesta liðið hjá KÍ verður tað ógvuliga trupult hjá B68. ÍF hevur longu tryggjað sær uppflyting; spurningurin er so, um tað er AB ella 07 Vestur, ið noyðist at víkja.

Hesi bæði liðini hava ikki skavað nógv nógv stig saman í ár, og hava tískil tørv á stigum á heimavølli í dag. Talan er tó um torførar uppgávur. Víkingur vitjar á Argjum, og um føroyameistarnir frá 2016 og 2017 ikki vinna, so er møguleikin fyri evropeiskum plássið endaliga farin. Í Sørvági skal KÍ striðast fyri at halda fast í 2. plássinum.

Einasta liðið ið framvegis kann flyta niður útyvir 07 Vestur og AB, er EB/Streymur. Hetta er tó mest ein matematiskur møguleiki; fær heimaliðið á Eiði í dag minst eitt stig, er tað endaliga staðfest, at EB/Streymur aftur spælur i fremstu røð næsta ár. Um mótstøðuliðið, ið er NSÍ, vinnur, spæla runavikingar evropeiskan fótbólt aftur komandi ár. Úrslitið á Argjum kann ávirka bæði EB/Streym og NSÍ.

HB jagstrar enn stigametið hjá B36 frá 2011. Um føroyameistarin vinnur á Skála í dag, kemur liðið hjá Hemir Guðjónssyni uppá javnt við hetta.

Í Gundadali spælir B36 fyri heiðursmerkjum og Suðringar fyri 6. plassinum. B36 er ósigrað eftir summarstegðin sum tað einasta liðið í deildini.

Støðan undan 25 umfarið: 
1. HB (64 stig)
2. KÍ (48 stig)
3. B36 (47 stig)
4. NSÍ (46 stig)
5. Víkingur (39 stig)
6. Skála (26 stig)
7. TB/FCS/Royn (25 stig)
8. EB/Streymur (20 stig)
9. 07 Vestur (13 stig)
10. AB (12 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder