Fótbóltur

Stríðið um topp-fýra gerst tættari

Arsenal setti í kvøld Chelsea uppá pláss.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-19 19:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í Premier League í dag var ein rein London-uppgerð. Á Emirates leikvøllinum tók Arsenal ímóti Chelsea, og heimaliðið hevði harðliga tørv á einum sigri í topp-fýra stríðnum. Arsenal var eisini betra liðið í dag og gjørdi  stríðið um topp-fýra tættari.

Heimaliðið var omaná frá byrjan, og í 14.minutti varð eitt horna úr høgru tikið skjótt, Hector Bellerin legði innfyri, og har ornaði Alexandre Lacazette restina. Eitt gott mál og Arsenal spældi ein góðan 1. hálvleik, har verjuleikarin Laurent Koscielny eisini kom á máltalvuna. Hetta var eisini í samband við ein deyðbólt. 

Chelsea royndi at svara aftur, og hevði eisini eina roynd á stongina stutt fyri hálvleiki. Í 2. hálvleik fekk Chelsea kringsett brotsteigin hjá Arsneal í summun førum, men heimaliðið stóð væl ímóti og hótti eisini hinvegin. 

Eftir eitt heldur trupult tíðarskeið reisti liðið hjá Unai Emery seg og er nú bert trý stig frá Chelsea og 4. plássinum. Einasta minuss hjá Arsenal í dag var, at vælleikandi høgdri bakkurin Bellerin varð borin av vølli eftir ein nærdyst. Chelsea hevur trupulleikar í løtuni, og avrikið hjá monnunum hjá Sarri var ikki nakað at reypa av. 

United vann aftur í dag, og harvið er tað tætt ímillum liðið hjá Solksjær og trý London-feløg í stríðnum um Champions League-plássini. Dagurin í Premier League var annars merktur av tveimum 4-3 dystum, og at Liverpool aftur fekk hálað trý stig heim. 

Les meira

Úrslitini í dag: 
Wolves - Leicester 4-3 (2-0) 
Bournemouth - West Ham 2-0 (0-0)
Liverpool - Crystal Palace 4-3 (0-1)
Manchester United - Brighton 2-1 (2-0)
Newcastle - Cardiff 3-0 (1-0)
Southampton - Everton 2-1 (0-0) 
Watford - Burnley 0-0
Arsenal - Chelsea 2-0 (2-0) 

Í morgin: 
13.30: Huddersfield - Manchester City 
16.00: Fulham - Tottenham

1. Liverpool 60
2. Manchester City 53 *
3. Tottenham 48 *
4. Chelsea 47 
5. Arsenal 44
6. Manchester United 44
7. Watford 33
8. Wolves 32
9. Leicester 31
10. West Ham 31
11. Everton 30 
12. Bournemouth 30
13. Brighton 26
14. Crystal Palace 22
15. Southampton 22
16: Burnley 21
17. Newcastle 21
18. Cardiff 19
19. Fulham 14 *
20. Huddersfield 10 *

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder