Fótbóltur

Stríðsval á komandi aðalfundi

Seks persónar eru uppstillaðir til teir tríggjar sessirnar, ið standa fyri vali á aðalfundinum leygardgain í næstu viku.

Mynd frá aðalfundinum í fjør (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Mynd frá aðalfundinum í fjør (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2019-02-07 10:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Leygardagin 16. februar klokkan 13:00 verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum í Havn.

Á skránni er millum annað val til starvsnevndina hjá FSF. Tríggir standa fyri vali hesaferð. Teir eru Jógvan Páll Joensen, Fróði Danielsen og Kristmund Johannessen.

Freistin at stilla valevni upp til komandi aðalfund var úti á midnátt mikukvøldið, og inn eru komin seks uppskot, skrivar FSF.

Jógvan Páll Joensen, Fróði Danielsen og Kristmund Johannessen eru uppstillaðir aftur, og harafturat verða Steinfinn Mittelstein, Jákup A. Olsen og Sonni L. Petersen eisini millum valevnini á aðalfundinum um eina viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder