Í gjár undirskrivaðu Vágs Kommuna og Styrki Fitness leiguavtalu, og frá november fer Styrki Fitness at reka venjingarmiðstøð á fyrstu hædd í Páls Høll.
Tað var fyrr í ár, at Vágs Kommuna sendi út útboð til at reka venjingarmiðstøð. Í sambandi við útboðið, valdi kommunan at økja um økið, har venjingarmiðstøðin skal vera. Farið var frá einum øki á fyrstu hædd á 120 m2 til eitt á 240 m2.
Tvey boð komu inn, og býráðið í Vágs Kommunu avgjørdi á býráðsfundi 31. mai at taka av tilboðnum hjá Styrki Fitness at reka venjingarmiðstøð, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuna.
Styrki Fitness við Sigurð Marner Simonsen, Hjørdis R. Simonsen, Anita R. Nysted og Johannes S. Nysted er ein lokal og nýstovnað fyritøka. Sigurð Marner er sjálvur útbúgvin fysioterapeutur og hevur royndir at reka venjingarmiðstøð.
Kommunan skrivar, at hon sær fram til eitt gott samstarv við Styrki Fitness, og vónar hon, at fólk taka væl ímóti nýggju venjingarmiðstøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald