2021-06-17 07:54
Fríggjakvøldið verður súkklukappingin FM Veg TT, sum er føroyameistarakappingin í tíðarkoyring.
Tað er felagið á Skálafjørðinum, Troy, sum stendur fyri kappingini. Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon fegnast um, at nýggja felagið longu er berandi partur av súkkluítróttini í Føroyum.
Kappingin byrjar fríggjakvøldið klokkan 18. Súkklararnir verða sendir avstað ein og ein við 30 ella 60 sekindum ímillum.
Kappast verður á einum 26,8 kilometra longum teini frá Strandamáling sunnast á strondum og eftir landsvegnum inn til støðina hjá Effo í Skálafirði og út aftur sama veg. 200 hæddarmetrar eru á teininum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald