Leygardagin skipar Sersambandið fyri súkkling og triathlon fyri føroyameistarakapping í vegasúkkling.
Kappingin verður hildin í Skálavík, og teinurin er úr Skálavík, til Skopunar, til Húsavíkar og til Dals og aftur til Skálavíkar. Opin bólkur hjá monnum súkklar teinin tvær ferðir, 102 kilometrar tilsamans, og hinir bólkarnir, bæði kvinnur og aldursbólkar, súkkla teinin einaferð umframt ein túr til Sands og aftur til Skálavíkar. Tað eru tilsamans 69 kilometrar.
Ein motiónsbólkur er eisini við, sum súkklar teinin eina ferð, 51 kilometrar.
35 fólk hava meldað til kappingina, og hetta er hægsta luttakaratalið nakrantíð í FM kappingini. Tað er so, at hetta er týdningarmiklasta FM kappingin í vegasúkkling (har eru eisini FM í tíðarsúkkling og býarsúkkling).
Skálavíkar Kommuna hýsir tiltakinum og hjálpir at gera dagin til eina uppliving fyri øll, ið luttaka. Millum annað hjálpir kommunan við at skipa karmar fyri trygdini.
Sambandið heitir eisini á fólk um av vísa serligt fyrivarni fyri súkklarum. Serliga er tað strekkið í Sandslíð og millum Húsavík og Dal, har heitt verður á bilførarar um at vísa stóran ans. Vaktarfólk verða at síggja fram við vegnum við gulum flaggi og vesti.
Súkklararnir fara avstað klokkan 12 og væntandi er kappingin liðug umleið klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald