Í dag og komandi fýra dagarnir verður skipað fyri súkklukappingini kring Føroyar
Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri, og við tað at fyritøkan Leif Mohr í ár er høvuðsstuðul, hevur kappingin fyri heitið LM Kring Føroyar 2021.
Hetta er 25. árið, at kappingin verður skipað,. Í ár verður kappast í Vágum, Eysturoy, Borðoy, Viðoy, Suðuroy og Streymoy.
Í mun til í fjør er longdin á teinunum broytt nakað. Tað verður koyrt umleið 60 kilometrar hvønn dagin, øll koyra í ár sama tein. Tilsamans verður koyrt góðar 300 kilometrar.
Kappingin byrjar í dag, og Vágar er karmur um fyrsta teinin, ið er ein tíðarkoyring, har súkklararnir verða sendir avstað ein og ein við einum minutti ímillum. Súkklararnir mugu ikki fylgjast, og tíðin verður tikin fyri hvønn einstaka súkklara.
Teinurin í dag er frá FK í Miðvági til Bíggjar har vent verður, og so gongur leiðin aftur til Miðvágs. Ein teinur á góðar 25 kilometur. Fyrsti súkklarin verður sendur avstað klokkan 18. Startur og mál er við FK í Miðvági.
Bara føroyingar eru við í ár, og væntandi verður aftur talan um eina kapping millum teir báðar, Helga W. Olsen og Dávur Magnussen, sum hava verið sera javnir í ár. Fleiri ferðir hevur munurin millum teir báðar bert verið sekund.
Jákup Petur Eliassen er eisini væl koyrandi í ár, og rakar hann dagin, so kann tað gott henda, at hann vinnur onkran av døgunum, skrivar Tórshavnar Súkklufelag á heimasíðuni.
Hjá kvinnum verður spennandi at fylgja við hvørt tað verður Rigmor Rasmussen ella Maria Svabo, ið verður samlaður vinnari.
Í morgin verður súkklað av Norðskála til Klaksvíkar. Ferðin gongur norðureftir, um Eiðisskarð, oman í Funning, út eftir Skálafjørðinum, upp um Gøtueið til Leirvíkar og gjøgnum Norðoyatunnilin til Klaksvíkar, har málið er við Effostøðina.
Fríggjadagin verður súkklað á Viðoy. Byrjan og mál er í Hvannasundi. Teinurin, ið verður súkklaður gongur gjøgnum Viðareiðistunnilin til Viðareiðis og aftur til Hvannasunds eftir gamla vegnum. Teinurin skal súkklast seks ferðir.
Leygardagin verður súkklað í Suðuroy. Byrjað verður við Effostøðina á Tvøroyri, haðani súkklað verður suðureftir um Hovsegg til Sumbiar og aftur til Vágs, har málið er við Effostøðina har. Á veg suður verður súkklað gjøgnum bergholið til Sumbiar, og so verður farið upp um Hestin á veg norðuraftur.
Sunnudagin verður súkklað á Streymoynni við byrjan og máli við Badmintonhøllina í Gundadali. Farið verður úr Havnini inn eftir Kaldbaksvegnum, gjøgnum Kollafjarðartunnilin til Hósvíkar, har vent verður. So suðuraftur, niðan Kollafjarðardal og eftir Oyggjarvegnum til Havnar, har súkklað verður eftir R.C. Effersøesgøtu, Gundadalsvegnum, Áargeil og aftur eftir Ringvegnum, R. C. Effersøesgøtu og Gundadalsvegnum við máli við Badmintonhøllina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald