- Sunnast í Føroyum í ein útsynning búleikast sumbingar um fjørðin kring. Her býr eitt merkja fólkaslag í ítrótti sýna okur tað.
Soleiðis byrjar sangurin hjá "Hypnosan", sum millum er kendur úr Rundferðini. Sangurin um styrkina hjá sumbingum í ítrótti - hóast tey eru fá.
Youtube - Tóki Brattalíð
Sumbiar Ítróttafelag varð stovnað í 1940. Í felagnum hevur verið størst virksemi innan fótbólt og kappróður, sum búmerki eisini vísur.
Sumbingar eru tiltiknir sterkir og reystir og síðst í 1950'unum og í 1960' unum gjørdi Sumbingur um seg hjá 10-mannaførunum.
Innan fótbólt vóru gyltu árini fram ímóti aldarskiftinum. Frá 1991 til og við 2000 var besta mansliðið í Sumba í fremstu mansdeildini í samanlagt fýra ár. Hetta er óhoyrt við so lítlum fólkagrundarlagi og var talan um evropeiskt met.
Á eyðkenda Krossinum í Sumba - ein av teimum vøkru og serstøku leikvallunum
Í løtuni búgva beint undir 250 fólk í bygdini Sumba og beint undir 340 í Sumbiar kommunu - Lopra, Víkarbyrgi og Akrar eru eisini í kommununi.
Í fótbólti varð lagt saman við VB tíðliga í hesari øldini - nú eitur liðið FC Suðuroy.
Sumbiar Ítróttafelag hevur ikki verið virkið í longri tíð, men er nú endurstovnað.
Nevndin í Sumbiar Ítróttafelag varð skipað soleiðis á fundi í mánadagin:
Forkvinna: Halltóra Joensen
Kassameistari: Esther J. Skyt
Skrivari: Heidi Kjærbo
Eykalimir: Bjarma J. Joensen
Eykalimir: Majbritt úr Hørg
Stigtakararnir siga, at tað hevur sera stóran týdning fyri trivnaðin í lítlu bygdunum.
- At gleðast og heppa uppá okra raska ungdóm, ið ár fer at royna seg í barnakappróðri.
Keldur: Sumbiar Ítróttafelag, rsf.fo, bolt.fo, faroesoccer.com og hagstova.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald