Hondbóltur

Súna Krossteig Hansen á vikuliðnum í Danmark

Avrikið hjá føroyska landsliðsspælaranum í Ringkøbing, við millum sjey málum, tryggjaði henni plássið.

Súna er lyklaspælari á føroyska landsliðnum, sum í oktober skal spæla EM-undankappingardystir. Í vikuni gekk hon á odda fyri Ajax (Mynd: Sverri Egholm)

Súna er lyklaspælari á føroyska landsliðnum, sum í oktober skal spæla EM-undankappingardystir. Í vikuni gekk hon á odda fyri Ajax (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-23 13:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hvørja viku verður eitt vikulið sett í fremstu donsku deildunum. Fyri 4. umfar er ein føroyingur á liðnum fyri Kvindeligaen.

Súna Krossteig Hansen gjørdi bart í Ringkøbing, hóast Ajax København tapti við sjey málum. Føroyski bakspælarin skoraði sjálv sjey mál og var við í fleiri øðrum.

Sí eisini: Rakul vann á gomlu liðfeløgunum

23-ára gamla havnarkvinnan er á liðnum "saman við" millum annað fleiri donskum landsliðsspælarum - fyrrverandi og núverandi. Hon stendur sum spælskipari.

[object Object]
Mynd: tophaandbold.dk

[object Object]

Súna spælir á 2. ári í Ajax. Hósdagin varð hon úttikin til A-landsliðið til fyrstu dystirnar í næstu EM-undankappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder