Her á okkara leiðum byrjar Super Bowl, stóra finalan í amerikonskum fótbólti, ikki fyrr enn klokkan hálvgun tólv um kvøldi.
Sostatt er tað rættiliga seint áðrenn hálvleikur er, og stóra javnan nógv umrødda framførslan er. Í nátt fingu tær báðar ávikavist 43 og 50 ára gomlu Shakia og Jennifer Lopez møguleikan at framføra fyri øllum USA, og annars øllum teimum, sum fylgdu við.
Tað gjørdu tær væl eisini, má sigast. Við lokkandi dansi og góðum tónum settu tær veruliga lív í Hard Rock Stadium í Miami. New York Times skrivar um framførsluna, at tær báðar sangarinnurnar endurskaptu ein neista í Super Bowl hálvleikinum.
Síggj framførsluna omanfyri.
Les um dystin og sí myndir her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald