HSF: Hondbóltssamband Føroya valdi at heiðra Svannu ein seinnapart í Høllini á Argjahamri, har hon var í holt við at venja G10 hjá ÍA. Hóast Svanna hevur verið venjari í hálvthundra ár, er tað ikki nakað, sum hon sjálv heldur vera nakað serligt, og henni hóvar ikki at vera í miðdeplinum. Tað var hon kortini hesa løtuna, og hetta dámdu serliga gentunum væl.
Sjálv fór Svanna at spæla hondbólt sum 12 ára gomul og tað sást skjótt, at Svanna var ágrýtin. Sum 16 ára gomul gjørdist hon venjari hjá G14 hjá Neistanum, og í bláa havnarfelagnum var hon til hon flutti til Keypmannahavnar í lestrarørindum.
Í Keypmannahavn byrjaði Svanna at spæla í bestu donsku deildini við felagnum KI. Hon er framvegis einasti føroyski kvinnuligi hondbóltsleikari, sum hevur spælt fast í bestu deildini í Danmark. Svanna var í felagnum í fimm ár. Tey árini var hon eisini venjari hjá einum liði hjá bæði KI og ÍF Føroyum.
Heimafturkomin í 1979 gjørdist hon aftur venjari hjá Neistanum og var har til 2005. Síðan hevur hon verið venjari í H71, VÍF og seinastu sjey árini hevur hon verið venjari hjá ÍA.
Øll skulu hava sama møguleika
Svanna vísir á, at tað, sum eyðkennir hana sum venjari, er, at hon leggur stóran dent á, at øll skulu kunna vera við. Øll fáa somu møguleikar, eisini tey, sum ikki hava tey størstu hondbóltsevnini.
– Tað er av alstórum týdningi, at tað ikki verður gjørdur mismunur á børnunum. Tey skulu hava tað stuttligt og kenna seg vird. Børnini møta til venjing tvær ella tríggjar ferðir um vikuna og koma við somu gleði og væntanum, sama um tey duga væl ella minni væl at spæla hondbólt, greiðir Svanna frá.
At øll skulu vera við er ikki tað sama, sum at tey einki leggja í at vinna.
– Tey, sum kenna meg, vita, at eg altíð vil vinna og sjálvandi spælir tú hondbólt fyri at vinna hvønn dyst, men ein má eisini geva børnunum álit og virðing. Sum venjari mást tú læra tey at taka ábyrgd og geva teimum loyvi til tað. Eingi børn spæla hondbólt fyri at sita á bonkinum. Tá tú ert vaksin kanst tú velja frá, men tað kanst tú ikki í eins stóran mun sum barn.
– Tað er sjáldan, at tann leikarin, ið er bestur sum 10 ár, verður tann, ið klárar seg best sum ungdóms- og vaksnamannaspælari. Tey verða oftani yvirhálaði av teimum smædnu, sum einki gjørdu um seg sum yngri. Vit mugu lata øll vera við, so tey ikki missa hugin at vera partur av hondbóltinum.
Eitt, sum Svanna heldur er hugstoytt, er tá venjarar brúka yngri leikarar at spæla við eini eldri deild, og ein eldri má lúta.
– Um eldra deildin ikki hevur nokk spælarar, so er tað fínt, at ein yngri spælari kann hjálpa til, men eg haldi tað vera skeivt, at børn sum ikki búnast nóg skjótt, verða sett á bonkin fyri ein yngri, ið er væl fyri. Tað er vánaligur menningarstrukturur, sigur Svanna.
Spurd, hvør størsta broytingin er í føroyskum hondbólti síðstu 50 árini, er eingin ivi.
– Tað eru fleiri børn í dag, sum duga væl at spæla hondbólt. Tað er sera skilagott at hava nógvar deildir í sama árgangi, tí so sleppa øll at royna seg. At sleppa at kappast og spæla dyst geva somu kenslur, sama um tú spælir á einum A-liði ella C-liði, og tað er av týdningi fyri at mennast.
Svanna hevur fingið í boði at halda fram sum venjari í ÍA, men sjálv sigur hon, at hon tekur eitt ár í senn og tí ikki hevur tikið støðu enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald