Fyri júst 16 árum síðani í dag, ljóðaðu nærum sagnkendu orðini hjá bretska frásøgumanninum, Peter Drury:
- Tshabalala! Goal Bafana Bafana. Goal for South Africa - goal for all Africa
Løtan tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki í HM-byrjanardystinum í Johannesburg var serstøk. Vongurin Siphiwe Tshabalala smekkaði bóltin upp í longra málhornið hjá Meksiko eftir góða renning, og so vóru suðurafrikansku vertinir á odda á Soccer City-leikvøllinum. Hetta í fyrsta HM-endaspælsdystinum á afrikanskari jørð
Sí flotta málið niðanfyri
11. juni í 2010 endaði tað við 1-1 javnleiki millum Meksiko og Suðurafrika, og var tað miðamerikanska liðið, sum kom longri í tí endaspælinum.
Leiklutirnir eru býttir um, nú HM-endaspælið 2026 fer í gongd. Meksiko er ein av trimum vertstjóðum og tekur í kvøld ímóti Suðurafrika, sum ikki hevur verið til eitt HM-endaspæl síðani tað á heimavølli í 2010.
Talan er um tann fyrsta av 104 dystum. Meksiko stendur sum favorittur til uppgerðina, sum byrjar klokkan 20 føroyska tíð.
Sí eisini: 48 lið fyri fyrstu ferð
Dysturin verður á mæta Estadio Azteca, har Brasila í 1970 vann HM við Pelé sum undangongumanni, og har Diego Maradona í 1986 dusaði sær í argentinska gullárinum.
Leikvøllurin í Meksiko býi tekur nú umleið 87.000 áskoðarar. Áður hevur talið verið yvir 115.000. Almenna navnið á leikvølinum í meksikanska høvuðsstaðnum er nú Estadio Banorte, av lýsingarávum, men undir HM-endaspælinum er navnið "Estadio Ciudad de México".
Tað er tó framvegis kent sum Azteca, og víðagitni leikvøllurin verður í kvøld karmur um enn ein HM-byrjanardyst. Hóast onnur ting hava fylt í upptaktini, er stórur spenningur um Meksiko, sum stendur sum lítil favorittur at vinna bólkin. Besta HM-úrslitið hjá landinum var á heimavølli í 1986, tá Hugo Sanchez og hinir vunnu seg í fjórðingsfinaluna.
Suðurkorea og Kekkia eru eisini við í bólki A, og spæla tey fyrsta "náttardystin" í hesum endaspælinum. Hetta klokkan trý í nátt, fríggjamorgunin, í býnum Zapopan.
HM 2026
Bólkur A:
Meksiko
Suðurafrika
Suðurkorea
Kekkia
1. umfar
Hósdagin 11. juni
20.00: Meksiko - Suðurafrika (Mexico City) - KVF (TV2/TV2 Play)
Fríggjadagin 12. juni
03.00: Suðurkorea - Kekkia (Zapopan) - TV2 Sport X/TV2 Play
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald