Fótbóltur

Svar og mótsvar

City legði seg á odda í Premier League við sigri í London, men Liverpool gjørdi bart í 2. hálvleiki móti Chelsea.

Liverpool-leikararnir fagna Mohamed Salah eftir frálíka 2-0 málið
(Mynd: EPA)

Liverpool-leikararnir fagna Mohamed Salah eftir frálíka 2-0 málið (Mynd: EPA)

2019-04-14 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru Liverpool, City og so øll hini. Hvørgan av oddaliðunum vil bakka ein tumma, og oddastríðið í Premier League heldur fram at vera ógvuliga tætt og á høgum støði. Liverpool tapti móti júst Manchester City fyrst í januar, men hevur annars ikki tapt í Premier League í hesum kappingarárinum. Nakrir javnleikir síðani hava kosta liðnum hjá Klopp fyrimunin í oddastríðnum, meðan City ikki hevur tapt síðani í Newcastle 29. januar.

Í dag vóru bæði liðini aftur til próvtøku. Manchester City fekk seg roynt á Selhurst Park í høvuðsstaðnum, men har var tað Raheem Sterling, ið gjørdist avgerandi. Glóðheiti kantspælarin, og fyrrverandi Liverpool-leikarin, skoraði til 1-0 eftir eitt korter í 1. hálvleiki, og eitt stórt krorter inn í 2. hálvleik. Palace fekk minkað um munin tíggju minuttir fyri leiklok, áðrenn City avgjørdi dystin. Útiliðið var eisini omaná í dag, og legði við úrslitinum trýst á Liverpool, ið tók ímóti Chelsea eina lítla løtu seinni.


Í fyrra hálvleiki var Liverpool meira á bóltinum og hevði onkran fínan møguleika, men annars var tað rímiliga javnt. Heimaliðið avgjørdi dystin uppá fáar minuttir eftir steðgin. Fyrst fann sera vælleikandi Jordan Henderson Saido Mané, tá miðvallarin legði yvirum til aftaru stong. Kantleikarin úr Senegal hevur verið sera týðandi fyri Liverpool seinastu mánaðirnar, og hann stútaði teir reyðu frammum móti Chelsea. Tveir minuttir seinni tók Mohammed Salah sakina í egnar hendur; hann dró framvið vinstra bakkinum og smekkaði til við vinstra beinum nakað uttanfyri brotsteigin til høgru, og bólturin fór við nógvari ferð upp í longra málhornið.

Eden Hazard hevði stutt eftir málini tveir sera góðar møguleikar, men Liverpool fekk aftur trý sera góð stig, og Chelsea misti í topp-fýra stríðnum. Arsenal kann við sigri á Watford í morgin taka 4. plássið frá teimum bláu úr London.

Vinnandi liðið kemur helst at hava um 95 stig, ella møguliga meira. Liverpool kann koma uppá 97 stig (hevur fýra dystir eftir) og City uppá 98 (hevur fimm dystir eftir) Alt er púra opið, og tað verður helst ógvuliga tætt heilt til endan. 

Crystal Palace - Manchester City 1-3 (0-1)
0-1 15.min Raheem Sterling
0-2 63.min Raheem Sterling
1-2 81.min Luka Milivojevic
1-3 90.min Gabriel Jesus 

Liverpool - Chelsea 2-0 (0-0)
1-0 51.min Saido Mané
2-0 53.min Mohamed Salah 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder