Sveisiski fótbóltsleikarin, Florijana Ismaili er saknað, eftir at hon var úti fyri einari vanlukku, tá hon var úti og svam í gjár í Comovatninum í Italia.
Hetta upplýsir felagið hjá henni, Young Boys, sambært TV2.
- Kanningin hjá løgregluni er framvegis í gongd. Vit eru bangin um hana, og vóna, at alt vísir seg at vera í lagi, skrivar Young Boys.
Felagið hevur samband við familju hennara og sigur seg ikki kunna upplýsa meira í løtuni.
Sambært italska miðlinum Ansa, hevði Ismaili leigað ein bát við einum vini. Tað sigst, at hon leyp útí vatnið, og kom síðani ongantíð aftur í aftur.
Florijana Ismaili er 24 ár og hevur spælt fyri kvinnuliðið hjá Young Boys síðan 2011. Eisini hevur hon spælt onkrar dystir fyri sveisiska landsliðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald