Fótbóltur

Svenn skal venja B68

Gøtumaðurin hevur skrivað undir tvey ára sáttmála.

Mynd: B68.fo

Mynd: B68.fo

2018-11-07 12:57 Author image
Ari av Rana

B68 boðaði í gjár frá, at tað verður Svenn Ó. Olsen, sum fer at standa fyri besta liðinum hjá felagnum, eftir at Bill McCleod Jacobsen valdi at siga starvið frá sær.

47 ára gamli gøtumaðurin hevur skriva undir 2 ára sáttmála við felagið, sum var nær við at vinna sær uppflyting í bestu deildini farna kappingarár.

Svenn hevur í ár verið ungdómsvenjari í 07 Vestur, og hevur eisini verið hjálparvenjari hjá besta liðnum í Víkingi.