Fótbóltur

Svenskir miðlar: Brandur skal spæla í Helsingborg

Felagið er sambært Helsingborgs Dagblad í samráðinugum við FH um føroyska landsliðsmiðvallarin, ið spældi ein frálíkan landsdyst í júst Svøríki í november.

Brandur Hendriksson vísti av álvara sínar dygdir í Stokkhólmi (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson vísti av álvara sínar dygdir í Stokkhólmi (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-21 12:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann gjørdi av álvara vart við seg á Friends Arena í farna mánaði við sínum teknisku førleikum, fótbóltskili og dirvi. Hann lat seg helfur ikki kúga í nærdystunum, og serliga ein svii fekk "kærleikan at føla" frá skálvíkingunum og orðadráttur og svensk øði uppstóð á vøllinum og á síðulinjuni.

Nógv rósandi orð vóru í svenskum miðlum um Brand Hendriksson Olsen í samband við EM-undankappingardystin, og 8'arin hjá Føroyum var helst besti maður á vøllinum. Nú skrivar eitt lokalt Helsingborg-blað, at 24-ára gamli føroyingurin er á veg til Helsingborgs IF.

Tipsbladet vísir á hetta, og tað verður skrivað, at Helsingborgs eru í samráðingum við FH, ið Brandur helst ynskir at skifta frá, tí hann vil royna seg á hægri støði. 

Helsingborgs endaði í fjør á 10. plássi í bestu svensku deildini sum uppflytari. Eingin føroyingur hevur áður spælt í Allsvenskan,

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder