Fótbóltur

Svenskur miðverji skal styrkja NSÍ

26-ára gamli Adi Terzic hevur spælt U-landsdystir. Síðstu árini hevur hann spælt í triðbestu svensku deildini, men Terdic hevur eisini spælt nógv í næstbestu deildini í heimlandinum.

– Talan er um royndan miðverja. Hann er ein leiðaratýpa(..) Hann er atletiskur og spælir javnt á einum høgum stigi, sigur Jens Wedeborg, svenski venjarin hjá NSÍ um sín nýggja spælara (Mynd: nsi.fo)

– Talan er um royndan miðverja. Hann er ein leiðaratýpa(..) Hann er atletiskur og spælir javnt á einum høgum stigi, sigur Jens Wedeborg, svenski venjarin hjá NSÍ um sín nýggja spælara (Mynd: nsi.fo)

2023-12-06 08:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ er flutt upp í Betrideildina aftur eftir eitt-ára steðg í næstbestu deildini. Nú brynjar felagið seg til tilveruna í fremstu røð aftur.

Fleiri spælarar hava longt, og fyri stuttum varð kunngjørt at amerikanski verjuleikarin James Drye skiftir úr B71. Nú er greitt, at ein útlendskur verjuspælari afturat kemur til felagið.

Í gjárkvøldið boðaði NSÍ frá, at fyrrverandi svenski U19-landsliðsleikarin Adi Terzic júst hevur skrivað undir við NSÍ. Á Transfermarket er Terzic skrásettur fyri 7 U19-landsdystir fyri Svøríki. Hann hevur eisini rímiliga nógvar royndir úr serliga næstbestu svensku deildini.

- Adi Terzic er 26 ára gamal. Hann er svii men hevur eisini røtur úr Bosnia-Herzegovina, sum eftirnavnið ber boð um. Umframt royndirnar á svenskum ungdómslandsliði hevur hann spælt ikki færri enn 75 dystir í næstbestu deildini í Svøríki.

Soleiðis skrivar heimasíðan hjá NSÍ um nýggja verjuspælaran hjá sær. Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, kennir væl landsmannin.

– Talan er um royndan miðverja. Hann er ein leiðaratýpa, ið hevur verið liðskipari á fleiri liðum. Hann er atletiskur og spælir javnt á einum høgum stigi, sigur Jens Wedeborg.

Sjálvur er Adi Terzic sera spentur uppá eina nýggja uppgávu, har hann sleppur at royna seg í einum øðrum landi:

– Talan er um júst røttu løtuna hjá mær at royna eitt nýtt felag í einum nýggjum landi. Talan er um eitt áhugavert projekt, ið leiðslan í felagnum hevur lagt fram, og hetta ljóðar lokkandi. Eg fari at gera mítt allarbesta til at fáa felagið aftur í toppin av føroyskum fótbólti, har eg havi frætt, at tað hoyrir heima.

Miðverjin hevur síðst umboðað Lunds í triðbestu svensku deildini - kappingarárið varð nógv órógvað av skaðum. Annars hevur Adi Terzic spælt fyri Mjällby AIF, Syrianska FC og Dalkurd. Í 2024 skal hann royna seg í NSÍ.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder