Fríggjanáttina róði Sverri Sandberg Nielsen seg í fjórðingsfinaluna í einskullara hjá monnum í OL í Tokyo, og longu í nátt skal 27 ára gamli miðvingurin rógva aftur.
Upprunaliga skuldi fjórðingsfinalan verða náttina til mánadagin, men vegna veður er róðurin nú fluttur til sunnunáttina í staðin, upplýsir danska landsliðið í rógving, sum Sverri umboðar.
Sverri Sandberg Nielsen skal rógva í 2. fjórðingsfinaluni klokkan 11.50 lokala tíð. Tað merkir, at róðurin verður klokkan 3.50 okkara tíð.
Í innleiðandi róðrinum fríggjanáttina var miðvingurin fyrstur á mál við tíðini 07.02.88. Alberto Gennaro di Mauri úr Italia og Vladislav Yakovlev úr Kasakstan endaðu á ávikavíst 2. og 3. plássi.
Í fjórðingsfinaluni skal Sverri kappast móti Dara Alizadeh úr Bermuda, Onat Kazakli úr Turkalandi, kanadiska Trevor Jones, russiska Alexander Vyazovkin, og Peter Purcell-Gilpin úr Zimbabwe.
Les eisini: Sverri vann innleiðandi róðurin trygt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald