Annað

Sverri vann innleiðandi róðurin trygt

Miðvingurin róði 2000-metra teinin í Tokyo uppá sjey minuttir og beint undir trý sekund, og hann fór nógv niður í ferð seinastu umleið 500 metrarnir - helst fyri at spara seg. Sverri Sandberg Nielsen skal rógva OL-fjórðingsfinalu mánanáttina.

Sverri Nielsen var fýra sekund frammanfyri italiumannin á 2. plássi. Tríggir rógvarar úr hvørjum riðli koma víðari til OL-fjórðingsfinaluna (Mynd: Bjarni Enghamar)

Sverri Nielsen var fýra sekund frammanfyri italiumannin á 2. plássi. Tríggir rógvarar úr hvørjum riðli koma víðari til OL-fjórðingsfinaluna (Mynd: Bjarni Enghamar)

2021-07-23 01:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

07.02.88. Hetta varð fyrsta tíðin hjá Sverra Sandberg Nielsen, ið er tann einasti einstaklingarógvarin, sum umboðar Danmark til olympisku leikarnir í Japan.

Hetta var beint undir fýra sekund frammanfyri Gennaro di Mauro. Italumaðurin varð áðrenn mettur at verða tann, ið kundi geva Sverra mest kapping í hesum innleiðandi riðlinum, og di Mauro var eisini beint frammanfyri, tá komið var um 1.000 metrar.

27-ára gamli føroyingurin byrjaði ikki heilt væl, men var á odda tað allarmesta av teininum, og eftir at di Mauro kom frammum á áleið hálvum teini, gekk ikki long tíð til báturin við litunum í Merkinum stakk seg frammum aftur, og til sterki Sverri hevði yvirtakið aftur.

[object Object]
Sverri í singescullara sínum - við litunum í Merkinum - til sín fyrsta OL-róður (Mynd: Balint Czucz)

Tá Sverri Nielsen var komin trygt frammum, slakaði hann ferðina, og teir seinastu 500 metrarnir líktust á ongan hátt einum endaspurti hjá miðvinginum, sum spardi seg nakað og kom á mál sum suverent nummar eitt.

Hinvegin var kapping millum Vladislav Yakovlev úr Kasakstan og Peter Purcell-Gilpin úr Zimbabwe, og teir góvu seg nógv meira móti endanum. Teir vóru ógvuliga javnir í kappingini um 3. plássi, ið var tað seinasta í hesum riðlinum, sum gevur atgongd til kvartfinaluna mánanáttina. Tann fyrrnevndi var beint yvir eitt hálvt sekund frammanfyri, og harvið skal Purcell-Gilpin dúva uppá, at hann í morgin megnar at rógva seg víðari uppá eitt "Wildcard". Ghambour Alhussein úr Libya, ið legði hart út, endaði 49,49 sekund aftanfyri Sverra.

Nú snýr tað seg um hjá Sverra Sandberg Nielsen at rógva av, síðani koyra eitt sindur av inntensiteti á aftur og annars at fínpussa fram til OL-fjórðingsfinaluna, har kappingin verður harðari. 

OL-Rógving í Singelscullara
23. juli - Riðil 3 (2000 metrar)
1. Sverri Sandberg Nielsen, Danmark/Føroyar: 07.02.88
2. Alberto Gennaro di Mauri, Italia: 07.06.87
3. Vladislav Yakovlev, Kasakstan: 7:10.08
4.  Peter Purcell-Gilpin, Zimbabwe: 7:10.65
5. Ghambour Alhussein, Libya: 7:52.37

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder