Kappróður

Sverri misti sigurin í seinastu tøkunum

30-ára gamli miðvingurin og Mihai Chiruta høvdu báðir tíðina 6.44.83, men rumenin endaði onkursvegna sum eittari í B-finaluni. Harvið endar Sverri Sandberg Nielsen, sum var á odda so at siga allan vegin og róði flott, alment nummar 8 í OL.

So tætt sum gjørligt. Sverri Sandberg Nielsen varð fyrst kunngjørdur sum sigursharri í B-finaluni og nummar 7 í OL. Hetta var tó broytt eftir nærri kanning

So tætt sum gjørligt. Sverri Sandberg Nielsen varð fyrst kunngjørdur sum sigursharri í B-finaluni og nummar 7 í OL. Hetta var tó broytt eftir nærri kanning

2024-08-03 09:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

OL 2024 endaði á margháttiligan hátt fyri miðvinginum í danska single-scullaranum við føroysku flagglitunum. Tað endaði tíverri eisini sum eitt slag av mynd uppá OL-luttøkurnar hjá Sverra Sandberg Nielsen: Hann róði væl, vísti styrki og stóran vilja, var við til tað seinasta men var tá samanum kom júst ov stuttir.

Ella; tað sá hann ikki út til at vera. 30-ára gamli føroyingurin og Mihai Chiruta høvdu báðir tíðina 6.44.83. Sverri varð fyrst kosin vinnari, men eftir at hava hugt eftir málmyndir og farið niður í smærri partar av sekundum broyttu dómararnir meining, og sigurin endaði tó hjá rumenanum.

Í B-finaluni eru ikki heiðursmerki uppá spæl. Tað snýr seg meira um heiður. Tað var eisini týðiligt í dag, at Sverri Sandberg Nielsen vildi prógva nakað.

Føroyingurin legði seg tíðiliga á odda og var sannførandi so at siga allan vegin teir 2000 metrarar. Í løtum komu Chiruta og aðrir nærri, men Sverri fekk víst avbjóðingunum aftur. Royndi rógvarin tóktiskt at hava gott tamarhald á í bátinum. Tøkini vóru góð, og Sverri sá út til at hava yvirskot.

[object Object]
Sverri undir sínum seinasta OL-róðri - á hesum sinni í øllum førum. Leingi var sterki føroyingurin á odda, men endaði hann nummar tvey á degnum; so tepurt sum gjørligt (Mynd: worldrowing.com)

Móti endanum tók Mihai Chiruta tó nøkur øðigilig tøk. 25-ára gamli rumenin sá út til at hava meira megi, og so snúði tað seg um hjá Sverri Sandberg Nielsen at svara aftur.

Tað sá út til at hava eydnast. Myndirnir seinastu 200 metrarnir vístu, at her var ógvuliga tætt, og tað sá út sum, at Sverri og Chiruta komu í mál í senn. Tað gjørdu teir í roynd og veru so at siga eisini. Tíðin var sum nevnt tann sama.

Ein vinnari skal tó broytast, og eini tveir minuttir eftir róðursenda varð kunngjørt, at tað var kappingarneytin hjá føroyinginum, sum annars fyrst stóð sum eittari. 

Sverri má iðra seg. Hálvfinalan glapp hósdagin, og hann misti ov nógv í endaspurtinum í dag. Tó var nógv flott við róðrinum hjá føroyingum í dag, sum endar nummar 8 av teimum 33 rógvarunum í single-scullara hjá monnum. Royndi rógvarin hevur givið alt, og útfrá hansara útsagnum var hetta seinastu róður hansara í einum OL.

Sí eisini: - Har var einki eftir

B-finala í Single-scullara
Leygardagin 03.08 - París
1. Mihai Chiruta (6.44.83.)
2. Sverri Sandberg Nielsen (6.44.83)

Fýra aðrir vóru aftanfyri hesar báðar fremstu. Klokkan 10.30 er A-finalan í single-scullara, har seks luttakarar eru. Sverri var júst ov stuttir at røkka henni annað OL á rað.

Rættað og dagført: 09.51

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder