Kappróður

- Har var einki eftir

Sverri Sandberg Nielsen var, sum verða man, vónbrotin eftir hálvfinaluna men tó rímiliga nøgdur við sín róður. Nú skal Sverri hava ein steðg - tað er ósannlíkt, at miðvingurin sæst til OL aftur.

- Tað skal vera ein góð orsøk at koyra á aftur, og eg ivist, um eg havi móti uppá eitt OL afturat, sigur Sverri Sandberg Nielsen (Mynd: Dansk Roning)

- Tað skal vera ein góð orsøk at koyra á aftur, og eg ivist, um eg havi móti uppá eitt OL afturat, sigur Sverri Sandberg Nielsen (Mynd: Dansk Roning)

2024-08-01 15:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í 2021, steðgaði heilt stóri dreymurin hjá Sverra Sandberg Nielsen og Dansk Roning við einum 4. plássi. Hesaferð var tað tó í einari hálvfinalu og ikki í sjálvari OL-finaluni. Føroyski rógvarin var sjálvur ikki eins knústur, sum hann var í Tokyo.

- Eg eri ikki so vónbrotin, tí eg havi verið greiður yvir, at tað fór at vera ógvuliga tungt at koma í OL-finaluna. Eri sum heild nøgdur við mín róður, og tað kendist væl í bátinum.

Sí eisini: Sverri ov stuttur til finalupláss

Sverri staðfestir, at fyrireikingarnar á ymsan hátt ikki hava verið so góðar, ið hann ynskti, og at hann samanlagt kann avrika betri. Hetta irðar Sverri Sandberg Nielsen seg um.

Sterki rógvarin sigur bæði við danskar miðlar og Kringvarpið, at tað at hann setti so nógva ferð á, tá umleið 500 metrar vóru eftir, kostaði móti endanum.

- Eini var eftir í tanganum: Ordakn var uppi og eg misti eisini tamarhaldið á árunum. 

Hetta var serliga galdandi seinastu 200 metrarnar, tá Stefanos Ntouskos hevði tikið Sverra aftur og fór frá. Tá samanum kom, var OL-gullvinnarain frá 2021 umleið trý sekund frá miðvinginunum. Tíðin hjá Sverra fyri teir 2.000 metrarnar (6.43.95) var annars nakað betri enn í fjórðingsfinaluni og vitnar eisini um ein góðan róður hjá føroyinginum - tíðin hjá 1'aranum Oliver Zeidler var OL-met.

Í roynd og veru var tíðin í topp-fimm í hálvfinalunum og betri enn nummar tvey og trý í hinum riðlinum. Hetta hjálpir tó ikki, í mun til kappingarskipanina, og tískil skal Sverri leygardagin rógva B-finalu heldur enn A-finalu.

Hetta kann gerast seinastu ferð, at nú 30-ára gamli føroyingurin rør til eitt OL.

- Eg fari at hava ein steðg nú; gera og hugsa um nakað annað í eina tíð. So fáa vit at síggja. Tað skal vera ein góð orsøk at koyra á aftur, og eg ivist, um eg havi móti uppá eitt OL afturat, sigur Sverri við KVF.

Við TV2 fyrr í dag staðfesti Sverri Sandberg Nielsen tó, at kenslan nú var, at hann ikki kemur aftur. Tað var tó nakað líknandi eftir OL í Tokyo, men tá vendi miðvingurin aftur, sum hann sjálvur vísur á.

Dagført: 16.47

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder