- Beint nú havi eg tørv á einum støðgi. Eg eri trýstur fysiskt, við tí at eg havi nógva pínu - serliga í rygginum. Motivatiónin at halda fram er heldur ikki heilt har nú, og teir mongu tímarnir eg til dagliga nýti til venjing taka nógva tíð frá lesnaðinum
Soleiðis sigur rógvarin Sverri Sandberg Nielsen við DR Sporten seint fyrrapartin, í samband við at 27-ára gamli miðvingurin avúkar, at hann tekur ein støðg í minst eitt ár
Les eisini:
Sverri júst ov stuttur til OL-heiðursmerki
Sverri gevst helst á hægsta støði
Eftir vónbrotið í Tokyo sá tað út til, at Sverri Nielsen hevði róð sín síðsta róður á hægsta støði. Men hetta er als ikki vist:
- Tað kennist eitt sindur sum at geva upp, og tað havi eg tað trupult við. Eg vil helst enda á einum staði, har eg føli, at eg havi fullført uppgávuna. Tískil verður talan um ein fyribils støðg, ístaðin fyri at eg gevist beint nú
Við hesum vil Sverri Sandberg Nielsen tó ikki siga, at hann heilt víst byrjar aftur - tað tekur hann støðu til einaferð næsta ár.
Føroyingurin kom trygt í OL-finaluna í single-scullara, men hóast evropameistarin byrjaði heilt væl í finaluni, so gjørdist hann júst ov stuttur í stríðnum um heiðursmerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald