Fótbóltur

Sviar í dreymastøðu

Við sigri á Slovakia í 2. umfari seinnapartin, kann liðið hjá Janne Anderssson meira ella minni tryggja sær at koma víðari sum í minsta lagi ein av bestu trý'arunum.

Mikael Lustig og Alexander Isak til venjing í Göteborg í gjár. Í gjár er sera týðandi dystur móti Slovakia á skránni í Sankta Pætursborg (Mynd: EPA)

Mikael Lustig og Alexander Isak til venjing í Göteborg í gjár. Í gjár er sera týðandi dystur móti Slovakia á skránni í Sankta Pætursborg (Mynd: EPA)

2021-06-18 12:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svøríki hevur longu spælt móti tí á pappírinum sterkasta liðnum í bólkinum og fingið úrttøku. Mánakvøldið eydnaðist at fáa málleysan javnleik í Sevilla móti Spania í 1. umfari í bólki E, og harvið eru teir í gulum og bláum í einari heilt góðari støðu.

Eftir dystin gekk leiðin hjá svenska ferðalagnum til Göteborg, har liðið hevur sína støð undir endaspælinum. Liðið hjá Janne Anderssson ferðaðist í gjárkvøldið til Russlands og spælir móti Slovakia í Sankta Pætursborg um eina løtu og síðani ein møguliga heilt avgerandi dyst móti Póllandi á sama leikvølli mikudagin.

[object Object]Robin Olsen var ein stinnur aftasti skansi í Sevilla mánakvøldið 

[object Object]
Myndir: EPA

Um tað eydnast Svøríki, ið er ein lítil favorittur sambært veddingarfyritøkum og viðmerkjarum, at vinna í dag, so hevur liðið meira ella minni tryggja sær at koma víðari sum í minsta lagi ein av bestu trý'arunum - fýra teir bestu av teimum seks trý'arunum spæla seg víðari.

Slovakia vísti tó tenn í fyrsta dystinum við at vinna 2-1 á Póllandi á Gazprom Arena, og í dag kann liðið spæl a seg víðari. Nú skulu Hamsik, Kriniar og hinir dystast við sviar, ið stilla upp á hendan hátt: 

(4-4-2): Robin Olsen - Mikael Lustig, Victor Nilsson Lindelöf, Marcus Danielson, Ludwig Augustinsson - Sebastian Larsson, Albin Ekdal, Kristoffer Olsson, Emil Forsberg - Marcus Berg, Alexander Isak

Dejan Klusevski, ið fekk staðfest koronu tíðliga í mánaðinum, er við í hópinum aftur

Svenskir miðlar eru spentir. Í dag skal svenska liðið longur fram á vøllin, og har verður álopstalentið Aleksander Isak ein lykil. Aftonbladet vísir eisini á, at tað var júst í Sankta Pætursborg, at liðið hjá Janne Andersson - við málið frá Emil Forsberg - 3. juli 2018 spældi seg í fjórðingsfinaluna í HM-endaspælinum. Tá var Sveis mótstøðuliðið - nú ert tað slovakar, ið skulu fellast.

[object Object]
Emil Forsberg hevur her júst skorað einsamalla málið í HM-áttandapartsfinaluni í Sankta Pætursborg)

[object Object]
Tað er framvegis Janne Andersson, ið stýrir svenska liðnum við hepnari hond (Myndir: EPA)

Bólkur E - 2. umfar: 

Fríggjadagin 18.06, Gazprom Arena (Sankta Pætursborg)
(14.00) Svøríki - Slovakia

Slovakia 3 stig
Svøríki 1 stig
Spania 1 stig
Pólland 0 stig 

Pólland og Spania spæla í annaðkvøld - 19.06

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder