2019-01-14 17:22
Svimjisamband Føroya hevur keypt sær mátiútgerð frá kanadisku V02Master, sum liður í FINA OASP verkætlaninitil at byggja eina røð av testum til føroyskar svimjarar. Nýggja útgerðin er ein mobil loysn til at máta og greina iltupptøku hjá íðkarum, og ætlanin er fyrst at kanna hvussu eftirfarandi mátiútgerðin er.
Rókur í Jákupsstovu, formaður Svimjisambandsins skrivar á svimjing.com, at hesir VO2-mátarar er útgerð sum Jón Bjarnason og hann sóu framvísta sum prototypu á HM á stuttgeil 2016 í Windsor, og sum er áhugaverd serliga tí at hon ikki krevur eitt stórt og dýrt apparat, men sum í staðin kann máta sjálv og senda úrslitini beint til teldu ella teldil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald