Hondbóltur

Svøríki: Føroyingafeløgini eru í fjórðingsfinalunum

Óli Mittún varð toppskjútti, tá Sävehof í gjár vann týðandi og tættan dyst. Hetta ger, at betri fyritreytir eru í 1/4-finalunum, sum byrja um eina viku. Rói á Skipagøtu og Hallby skulu møta oddaliðnum.

2025-03-21 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í grundspælinum í fremstu svensku mansdeildini var á skránni í gjár, hóskvøldið.

Áðrenn tað stóð greitt, at IK Sävehof (Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún) og IK Hallby (Rói Ellefsen á Skipagøtu) fóru at koma í endaspælið. Spurningurin var bara, hvørjum liðini hjá landsliðsspælarunum fóru at møta.

Sävehof vann ein lyklasigur móti Hammarby. Heimaliðið var eisini á odda 15-10 í steðginum, Oscar Sävinger stóð væl í málinum, men í 2. hálvleiki vóru gestirnir úr Stokkhólmi betri. Teir komu eisini á javnt nakrar ferðir, og tað var 27-27 í síðsta minutti. Heimaliðið fór í álop, Ísak Vedelsbøl fekk koyrt bóltin út á vongin, og so avgjørdi Malte Celander.

Harvið enda meistararnir á 5. plássi í grundspælinum. Ikki heilt nøktandi men tó frægari enn 6. og 7. pláss. Óli Mittún gjørdist toppskjútti í gjár við 7 málum, og endar ungi føroyingurin sum toppskjútti í øllum grundspælinum. Ísak Vedelsbøl skoraði tvey mál í gjár, og skal strikuspælarin undir sítt fyrsta svenska endaspæl.

[object Object]Ísak Vedelsbøl fegnast eftir sigurin í Niðurlondum, har hann fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við millum annað fimm málum (Mynd: Sverri Egholm)

IK Sävehof skal spæla fjórðingsfinalur móti Karlskrona, har tað burdi verið ein góður møguleiki - helst vera tað tættir dystir. Fyrstu dystirnir verður longu týsdagin. Fyrsta liðið at vinna tríggjar fjórðingsfinalurnar kemur í SM-hálvfinalurnar.

Sí alla skránna her

Hallby skoraði bert 17 mál móti Skövde í gjár, men endaspælsplássið var tryggjað áðrenn. Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði einki mál í tapinum, ið sum so kostaði Hallby eitt 7. pláss. Harvið skulu Rói og teir spæla móti suverena Ystads og ikki Kristinastad. Fyrstu dysturin verður í Ystad mánakvøldið 24. mars.

[object Object]
Vegurin til finaluna (Mynd: handbolssligaen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder