Hondbóltur

Svøríki í stórum trupulleikum

Vertirnir vórðu eyðmýktir móti vælleikandi portugisunum. Norra vísti stóra styrki móti Ungarn, og Dean Bombac gjørdi av við Ísland.

Portugal var greitt omaná í Malmö í kvøld, og tað sær nú ógvuliga tungt út hjá svensku vertunum (Mynd: EPA)

Portugal var greitt omaná í Malmö í kvøld, og tað sær nú ógvuliga tungt út hjá svensku vertunum (Mynd: EPA)

2020-01-17 22:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir fyrstu dystirnir í bólki 2 í millumufarinum í EM-endaspælinum hjá monnum eru leiktir í Malmö í dag. Øll tey norðurlendsku liðini, ið eru eftir í kappingini, hava verið í eldinum, men bert eitt teirra hevði ein góðan dag.

Ísland byrjaði illa móti Slovenia og var eftir stórar tíggju minuttir aftanfyri 7-2. Liðið hjá Guðmundi Guðmundssyni vann seg inn í dystin aftur, og tað leikaði sera javnt á seinastu løtuna av fyrra hálvleiki. Bæði álopini koyrdu væl, men í 2. hálvleiki tók Slovenia yvir aftur og serliga nummar 44 gjørdi um seg.

[object Object]
Dean Bombac, ið er slovenska svarið uppá Mikkel Hansen, spældi ein framúrskarandi dyst í dag (Mynd: EPA)

Dean Bombac skoraði níggju ferðir, legði upp til 10 mál í dystinum og gjørdi næstan sum honum lysti eftir steðgin. Í hinum endanum høvdu Aron Pálmarsson og hinir trupulleikar av slovensku verjuni og Ferlin í málinum. Fleiri ferðir var munurin á fimm málum, og Ísland tyktist at hava tað trupult við at fylgja við fysiskt. Nú skulu íslendingar allarhelst vinna tríggjar teir írestandi dystirnar fyri at koma víðari. OL-undankappingarpláss er eisini ein gularót. Slovenia hevði tvey stig víðari og liggur harvið væl fyri.  

[object Object]
Liðið hjá Ljubomir Vranjes kundi fegnast, meðan tað gekk einki í 2. hálvleiki hjá Guðmunddson. Pálmarsson hevur ein av sínum tyngri dystum eisini (Mynd: EPA)

Hini bæði liðini við tveimum stigum víðari hittust aftaná í Malmö Arena. Eftir 17 minuttir vóru farnir var Noreg á odda 15-5, og liðið hjá Christian Berge hevði ikki gjørt ein tekniskan feil ella brent eitt skot. Tað kom so næstu minuttirnar, og Ungarn, sum als ikki hevði megnað at staðið ímóti, kom soleiðis nøkulunda inn í dystin. Tað var tó ongantíð nakar ivi, hvør fór at vinna. Noreg spældi skjótan og effektivan hondbólt við óvanliga fáum mistøkum og vísti hví liðið verður roknað sum favorittur at koma í finaluna.

[object Object]
Sander Sagosen gjørdist toppskjútti í kvøld og er toppskjútti í EM (Mynd: EPA)

Flestu sviar sita helst við einari kenslu av skelki nú. Svøríki megnaði als ikki at spæla upp ímóti Portugal, ið er við til sítt fyrsta endaspæl í 14 ár. Vertirnir spældu uttan hugflog, ferð og yvirskot, og hóast tað var javnt fyrsta stóra helmingin av 1. hálvleiki, so gjørdist tað skjótt eyðsæð, at Portugal var betra liðið í kvøld.

[object Object]
Eyðkendi Rui Silva, ið aftur spældi ein sera góðan dyst í kvøld (Mynd: EPA)

[object Object]
Alfredo Quintana spældi aftur ein góðan dyst í portugisiska málinum í kvøld (Mynd: EPA) 

Stór menning hevur verið í hondbóltinum í ladninum á iberisku hálvoynni, og tað er undirhaldandi at hyggja eftir liðnum. Í kvøld var stórtalentið Andre Gomes úti orsaka av búkilsku, men aðrir vísti klassa og serliga spælskiparin við brillunum, Rui Silva Sousa. Hann gjørdist deildur toppskjútti og setti spælið frálíka væl upp. Hann stóð á odda fyri sjey ímóti seks spælinum, ið Svøríki ikki fann nakað svar uppá. Støðan hjá heimaliðnum er tann sama sum hjá Íslandi. Portugal hevur nú givið sær sjálvum ein realistiskan møguleika at koma til hálvfinalurnar.  

Les eisini: Fýra svenskir leikarar í býnum mikukvøldið

Bólkur 2:

Í dag: 
Slovenia - Ísland 30-27 (15-14)
Noreg - Ungarn 36-29 (20-12)
Portugal - Svøríki 35 -25 (15-12)

Noreg 4
Slovenia 4
Ungarn 2
Portugal 2
Ísland 0
Svøríki 0

Fult umfar er í bólkinum aftur sunnudagin

Í morgin: 
15.00: Hvítarussland - Kekkia 
17.15: Spania -  Eysturríki 
19.30: Kroatia - Týskland

Kroatia 4
Spania 4
Eysturríki 2
Týskland 2
Kekkia 0
Hvítarussland 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder