Hondbóltur

Svøríki og Spania skulu stríðast um gullið í Budapest

Spania roynir aftur at verja sítt EM-heitið - sviar jagsta sítt fyrsta gull síðani 2002. Finalan byrjar klokkan 17, Danmark og Frakland spæla um bronsuna klokkan 14.30. Hetta verður seinasti landsdystur hjá Lasse Svan.

Jim Gottfriedsson og hinir sviarnir skulu nú royna at enda sítt flotta endaspæl við fáa steyp og gull við heim (Mynd: EPA)

Jim Gottfriedsson og hinir sviarnir skulu nú royna at enda sítt flotta endaspæl við fáa steyp og gull við heim (Mynd: EPA)

2022-01-30 13:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ein stórur sunnudagur fyri hondbóltsáhugaði í serliga Spania og Svøríki. Manslandsliðini hjá hesum londum skulu tíðliga í kvøld dystast um EM-gull í Budapest, og tað er ymiskt, hvussu liðini hava staðið seg í EM-endaspølunum, ið eru annaðhvørt ár, seinastu árini.

Spania spælir í dag sína fjórðu EM-finalu upp í slag. Liðið hjá Jordi Ribera vann í 2018 - á júst Svøríki - og 2020 og skal harvið royna at leingja sigursrøðini í enaspælinum, sum er so trupult at vinna. Í dag skulu teir í reyðum, í mun til seinastu ferðirnar, gera tað uttan millum annað Raúl Enterríos (givin), Alex Dujshebaev (skaða) og Ferran Sole (korona) Hetta forðaði ikki spaniólum í at koppa donsku favorittunum fríggjakvøldið.

Svøríki megnaði at basa OL-vinnarunum í málríkari og ógvuliga spennandi hálvfinalu, har serliga spælskiparin Jim Gottfriedsson og málverjin Andreas Palicka vístu vegin, men har minni royndi leikarar eisini tóku ábyrgd. Hetta er finala nummar tvey uppá eitt ár hjá svium - liðið hjá Glenn Solberg tapti í januar í fjør HM-finaluna í Egyptalandi fyri Danmark - men skal nú royna at koppa Spania og skriva seg inn í hondbóltssøguna sum mest vinnandi manslandsliðið í EM-høpi. 

Sviar vunnu fýra útav teimum fyrstu fimm EM-endaspølunum - tað fyrsta var í 1994 - og 2002 var seinasta veruliga skotið hjá "Bengan Boys", ið eru víðakendir í hondbóltsheiminum. Tá vann Svøríki gull á heimavølli. Síðani hava teir ikki vunnið nakað gull, hóast fleiri luttøkur í ymsum finalum. Við sigri í dag kunnu sviar tó økja um leiðsluna sum teir mest vinnandi í EM-søguni.

Sambært veddingarfyritøkum og sefrøðingum verður tað helst ógvuliga tætt í ungarska høvuðsstaðnum í kvøld, har fyrsta bríksl ljóðar klokkan 17. Svøríki er tó heilt lítil favorittur. Hjá svium er tað eitt stórt plus, at Hampus Wanne, Niklas Ekberg og Felix Claar eru við aftur eftir korona.

Um heiður, bronsu og fyri at siga farvæl

Hjá Danmark var talan um risa vónbrot fríggjakvøldið, tá Spania sigraði í hálvfinaluni. Nú skulu teir, eins og fraklendingar, royna at reisa seg og fáa eitt heiðusmerki við heim. Fyri danir er dysturin serligur við millum annað tí, at Lasse Svan Hansen spælir sín síðsta landsdystum.

38-ára gamli vongurin endar sína yrkisleið í ár, og kemur í dag uppá javnsett triðja pláss í tali av landsdystum - 245, saman við Bo Spellerberg. Niklas Landin og Mikkel Hansen fara skjótt at yvirhála Svan, ið hevur tænt ógvuliga væl á høgra vongi, og sum nú helst letur plássið yvir til Jóhan á Plógv Hansen. Júst Mikkel Hansen manglar í dag - nummar 24 beklaði seint í hálvfinaluni móti Spania og er ikki vorðin nóg birgur.

[object Object]
Tryggi Lasse Svan í HM-endaspælinum á heimavølli í 2019 (Mynd: EPA)

Svan hevur vunnið fýra gullheiðursmerki og fýra silvur við danska landsliðnum.
Dystirnir í dag verða eisini teir seinastu, ið Thomas Kristensen og Bent Nyegaard siga frá - íhvussu er fyribils - saman. Eyðkendu frásøgumenninir/viðmerkjararnir hava síðani 2007 vera høvusmenninir handan mikrofonirnar til dystir á TV2. Saman hava teir sett orð á nógvar stórar hondbóltsløtur, serliga hjá Danmark. Eftir hetta endaspælið fer Thomas Kristensen at siga frá fótbólti á TV2, ið nú hevur fingið fleiri rættindi har.

EM-finalur
Budapest, sunnudagin 30.01

(Bronusdystur) 
14.30: Danmark - Frakland
(Finala) 17.00: Spania - Svøríki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder