Hondbóltur

Svøríki setti Spania av trónini í síðstu sekundunum

Tað var Niclas Ekberg, ið avgjørdi ógvuliga spennandi EM-finaluna í Budapest í kvøld. Hetta tryggjaði svenska manslandsliðnum sítt fyrsta gullheiðursmerki í tjúgu ár og tað fimta í EM-søguni. Danmark tryggjaði sær fyrr í dag bronsuna eftir longda leiktíð móti Fraklandi.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-30 20:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svøríki er mest vinnandi tjóðin á manssíðuni í EM-høpi. Hesa støðu styrktu sviar um við 27-26 sigrinum í Budapest í kvøld. Spania vann EM-finaluna í 2018, á júst Svøríki, og aftur í 2020, men tað eydnaðist ikki at gera tað tríggjar ferðir á rað. Svøríki er einasta landið, ið hevur megnað hetta: Bengan Boys gjørdust evropeameistarar í 1998, 2000 og 2002.

Bíðitíðin hevur verið long, og tí var tað sum ein endurloysing, tá avgerandi skotið frá Niclas Ekberg brast í netmeskarnar. Talan var um brotskast, ið lívligi Albin Lagergren vann, tá trý sekund vóru eftir av dystinum. Royndi høgri vongurin skoraði trygt uppá fýra útav sínum fimm brotskøstum - eitt bjargaði Perez de Vargas, men Ekberg fangaði beinanvegin returbóltin og skoraði.

Tað var hóskandi, at munurin bert var eitt mál, tá samanumkom. Dysturin var ógvuliga javnur, og tað vóru ongantíð meira enn tvey mál á muni nakran vegin. Sviar vóru nakað omaná fyrstu løtuna, Palicka spældi framúr væl í málinum, og hildu leiðsluna til fýra minuttir vóru eftir. Beint fyri stegðin legði Spania seg á odda, og fyrstu tólv minuttirnar av seinna hálvleiki jagstraðu sviar. Tað skifti millum eitt og tvey mál, men í 43. minutti vendi tað. 

Við góðum og ágrýtnum verjuspæli og nøkrum góðum og tryggum álopunum, kom Svøriki á odda, og tvífaldu evropameistararnir megnaðu ongantíð at stinga seg frammum aftur. Fleiri mistøk vóru í báðum endunum, nú alt skuldi avgerast, og tað var serliga fjáltur á svium í álopun áleið fimm minuttir fyri leiklok, tá munurin kom uppá tvey mál, eftir at Palicka aftur hevði staðið fyri. Hampus Wanne og hinir vengurnir vóru tó kaldir í øðrum hálvleiki, og hóast sterka spanska verjan ansaði sera væl eftir Jim Gottfridsson, so fekk hann javnan sett spælið væl og tikið uppmerksemi.

[object Object]
Andreas Palicka vann málmanstvídystin greitt í kvøld. Royndi málverjin hevði koronu í síðstu viku og manglaði í nøkrum dystum, men var avgerandi tá samanumkom 

[object Object]
29-ára gamli Gottfridsson varð kosin besti leikarin í kappingini. Spania hevði eina snilda ætlan at støðga honum í gjár - spælskiparin fekk "bert" trý mál, men var kortini ógvuliga týdningarmikil í svenska spælinum (Myndir: EPA)

Tá farið var undir síðsta minuttin slapp Spania í álop. Støðan var 26-26. Tað eydnaðist tó ikki at spæla seg til upplagdan málmøguleika, og tá tjúgu sekund vóru eftir, og armurin var uppi, skeyt royndi Canellas frá tíggjar metur tríggjar-metur  strikuni. 35-ára gamli málverjin, ið nú spælir við fyrsta felagið sínum, Redbergslids IK í bestu svensku deildini, bjargaði lættliga. So tók Glenn Solberg, ið stóð á odda fyri Svøríki í finalu nummar tvey innan eitt ár, timeout. Gottfridssson tók leiðsluna har, og virðismiklasti spælarin í endaspælinum setti spælið upp, Wanne kom í yvirgongd, slepti til Lagergren, ið kom uppá kant, og so kundi dysturin avgerðast.

Fyrrverandi norski stórleikarin, Solberg, hevur við hepnari hond sett svenska liðið upp seinastu tvey árini, og nú kom gullheiðursmerki aftur um hálsin hjá bestu leikarunum hjá stoltu hondbóltstjóðini - endliga aftur eftir teirra mátistokki. Sviar vóru ógvuliga nær við at ikki koma víðari úr bólkaspælinum eftir ósigurin á júst Spania har og síðani trupulleikar í dystinum móti Kekkia, har javnleikurin tó var nóg mikið. Í høvuðsumfarinum var Noreg á odda við fimm málum í steðginum í avgerandi dystinum, men Palicka og hinir vendur øllum á høvdið seinastu løtuna.

Spania misti sigursrøðina í síðstu løtu, dugnaligi venjarin Ribera var ónøgdur við dømingina í teimum báðum seinastu álopunum, men har var sum so einki at koma eftir, og nú kunnu hesi londini spakuliga venda eygu móti HM-endaspælinum í Svøríki og Póllandi næsta ár.

[object Object]
Nýggju evropmameistararnir (Mynd: EPA)

Svan og Danmark endaðu væl

Mikkel Hansen var ikki við vegna fótskaða, Mathias Gidsel noyddist út eftir ein minutt orsakað av "einstaklingaóhappið", og tað sær ikki gott út viðvíkjandi knæðið hansar. Danir høvdu eisini fleiri avbjóðingar gjøgnum dystin móti Fraklandi, ið var ein heilt góður bronsudystur. 

[object Object](Mynd: EPA)

29-29 var støðan eftir vanligu leiktíðina, men í tí longdu vóru danir greitt omaná og vunnu við trimum. Hetta var fyrstu ferð í 15 ár, at donsku menninir fingu eitt bronsuheiðursmerki, og øll tey seinastu endaspølini eru endaði við heiðursmerki um hálsin.

Tó er vónbrotið stórt í donsku leguni, at tað ikki gjørdist talan um finalu og gull hesuferð, men 38-ára gamli Lasse Svan Hansen fekk ein góðan enda uppá hansara tíð á landsliðnum. Tryggi lámi spælarin kom inn aftur fyri Jóhan á Plógv Hansen, ið helst er hansara langtíðaravloysari, og sum einki skot hevði í dag, seint í vanligu, og "svanurin" skoraði tvey ógvuliga góð og umráðandi mál.

EM-finalur
Budapest, sunnudagin 30.01

(Bronusdystur):
 Danmark - Frakland 35 - 32 (eftir longda leiktíð)
(Finala): Spania - Svøríki 26-27 (13-12)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder