Annað

Svøríki skal halda lív í norðurlendsku vónini

Um Norðanlond skulu verða umboðað ímillum átta tey bestu í heiminum, so skal Svøríki basa Sveis í Sankta Pætursborg í dag.

2018-07-03 11:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ísland megnaði ikki at koma víðari úr bólkaspælinum, hóast okkara grannatjóð fyri vestan leikti nakrar tættar dystir. Danir leiktu ein sera góðan dyst ímóti Kroatia fyrrakvøldið, men vóru ov stuttir í brotssparkskappingini. Nú er tað Svøríki, ið vann bólk F frammanfyri Meksiko, Suðurkorea og Týskland, ið eigur tørn í áttandapartsfinalunum.

Tá ið Zlatan Ibrahimovic gavst á svenska landsliðinum, aftaná miseydnaða EM-endaspælið í Fraklandi í 2016, var huglagið umkring svenska landsliðið ikki serliga jaligt. Janne Anderson tók yvir í venjarasessinum fyri Erik Hamrén, ið hevði rátt fyri borgum í sjey ár. Janne Anderson hevði árið fyri starvssetanina tikið øll á bóli, og ført IFK Norrköping til svenska meistaraheitið. Nú trý ár eftir hetta bragdið, hava 55-ára gamli venjarin og hansara vælskipaða lið umboðað Svøríki á virðiligan hátt í Russlandi, og nú bíðar ein spennandi uppgáva í Sanka Pætursborg.

Í undankappingini vann Svøríki millum annað 2-1 á Fraklandi, á Friends Arena í býarpartinum Solna, norðarlaga í Stokkhólmi.  Svøríki endaði frammanfyri mætu fótbóltstjóðina Holland, og skuldi sum nummar tvey í bólkinum spæla tveir playoff-dystir. Mótstøðuliðið var ein onnur mæt fótbóltstjóð, Italia. Men sviar fóru við góðum treystið og einari greiðari leikætlan til uppgávuna. Í fyrra dystinum á tjóðarleikvøllinum í Stokkhólmi, skoraði Jakob Johansson einsamalla málið. Á San Siro-leikvøllinum í Milano nakrar dagar seinni stóð svenska kollektivið sína roynd, og italiumenn útintu einki ímóti gula og bláa verjumúrinum.

Serliga síðani Zlatan, er tað júst tað kollektiva ið er styrkin hjá svium. Eingin er størri enn liðið og allir arbeiða gróthart. Har er eingin sonn stjørna; kreativi bóltsnillingurin úr RB Leipzig, Emil Forsberg er tað tættasta, sum sviar koma uppá ein sannan profil. Allir samvirka sum ein eind, og miðverjarnir Viktor Lindelöf úr Manchester United, og liðformaðurin Andreas Granqvist stjórna verjukenda partinum við hepnari hond. 33-ára gamli Granqvist var framúr á San Siro seinasta november, og hann hevur havt eitt frálíkt endaspæl, har m.a. tvey sera týðandi brotsspørk eru skotin steinsikkurt upp í málhornið.

Dagsins mótstøðulið hjá Svøríki er Sveis. Liðið úr alpulandinum hevur ikki verið framúr uppá nakran máta í Russlandi, men ein flottur javnleikur ímóti Brasilia setti liðið í gongd. Í lykladystinum ímóti Serbia vendu sveisarar 0-1 til 2-1, har Xerdan Shaquiri skoraði sigursmálið fyri Sveis í yvirtíðini. Hetta var nóg mikið til, at Sveis er víðari. Júst Shaquiri, er saman við Granit Xhaka og liðformanninum Stephen Lichtsteiner, mest kenda navnið hjá Sveis. Men eins og hjá Svøríki, so er talan um eitt lið við tí kollektiva í miðdeplinum, og tað er eitt vælskipað og vøl samanspælt lið. Sveis var í bólki við Føroyum í undankappingini, og sterka sveisiska liðið er ein lítil favorittur í dag.

Meting: Hetta er ein dystur, ið kann fara allan vegin til brotssparkskapping. Svøríki hevur 3-0 sigurin á Meksiko frískan í minnunum, og svenska liðið tykist at vera sera væl fyri. Royndi miðvallarin, Sebastian Larsson, kann helst ikki spæla ein leiklut í dag vegna skaða, og hetta kann ávirka. Vit vænta tó, at skandinaviska liðið júst ger nóg mikið fyri at koppa Sveis. Tað kann væl verða, at tað verður avgjørt í brotssparkskapping, tá vælskipaðu liðini hittast.

Dysturin byrjar klokkan 15.00, og kann síggjast hjá KVF og danska TV2. Í kvøld klokkan 19.00 spæla Ongland og Kolumbia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder