Í staðin fyri sól og hita í Emirríkjunum, skal føroyska fótbóltslandsliðið nú stríðast í vátakava í San Marino
Upprunaliga var ætlanin, at okkara bestu fótbóltsmenn skuldu spæla tveir venjingardystir í Sameindu Emirríkjunum. Men orsaka av ófriðinum í økjunum eftir at USA framdi álop á Iran, varð tann ætlanin av ongum.
Í staðið fekk landsliðið ein dyst í lag í lítla landinum San Marino, sum liggur innibyrgt inni í Italia. Hóast Italia plagar at anga av góðum veðri og sólskini, so er tað ikki soleiðis í hesum døgum.
Har kavaði av møkum, tá landsliðið í gjár vandi undan landsdystinum, sum verður spældur í morgin, leygardagin klokkan 14.
Heimasíðan hjá FSF skrivar, at umstøðurnar í San Marino eru góðar – men veðrið argar. Hósmorgunin vaknaðu landsliðsspælararnir til kulda og kava, og í dag er eisini boðað frá heldur keðiligum veðri.
Men hóast broyttar umstøður, so helt tað ikki okkara spælarum aftur, og á middegi hósdagin var ein løtt venjing á Di Acquaviva Stadion.
Leygardagin sær tó frægari út. Væntandi verður sólin frammi tað mesta av degnum, og hitalagið fer at liggja um 6-7 stig.
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA eru Føroyar nummar 124, meðan San Marino er nummar 210. Venjingardysturin millum San Marino og Føroyar verður leygardagin klokkan 14 á San Marino Stadion, og kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Hans Erik Danielsen, FSF, hevur tikið myndirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald