
Nú eru vit aftur har, sum vit kenna tað: 16 lið eftir í størstu evropeisku kappingini og áttandapartsfinalur. Tær fyrru av hesum eru spældar í vikuni, og úrslitini vóru hesi:
PSG - Liverpool 0-1
Club Brügge - Aston Villa 1-3
Real Madrid - Atletico Madrid 2-1
PSV Eindhoven - Arsenal 1-7
Benfica - Barcelona 0-1
Borussia Dortmund - Lille 1-1
Bayern München - Bayer Leverkusen 3-0
Feyenoord - Inter Milan 0-2
PSG hevði stóra leikliga yvirvág og yvir 25 skot, men Allison Becker var stinnur, og Liverpool skoraði seint í dystinum uppá sítt seinna skot í París. Harvey Elliot gjørdist hetjan í hesum førinum og harvið góður fyrimunur undan dystinum á Anfield týskvøldið.
Verjuskansarnir Virgil van Dijk og Allison Becker fegnast. Síðstnevndi varð dagsins maður á Parc Des Princes (Mynd: EPA)
Real Madrid vann tepurt í Madrid-uppgerðini, Bayern hevur stóran fyrimun í týskarauppgerðini, og Aston Villa og Arsenal vunnu á útivølli týskvøldið. Hjá Arsenal burdi slett eingin ivi verið; einki lið hevur áður skorað sjey mál á útivølli í einum knoc-out dysti.
Hinvegin sær niðurlendska viðgongdin - eisini móti italskum liðum - út til at verða liðug.
Seinnu dystirnir verða spældir týsdagin 11. mars og mikudagin 12. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald