Fótbóltur

Tað liggur til Barcelona og Juventus

Liðini hjá Messi og Ronaldo vóru favorittar undan uppgerðunum og hava eisini gott útgangstøði undan dystunum í komandi viku.

Messi og Suarez kundu fegnast tíðliga á Old Trafford
(Mynd: EPA)

Messi og Suarez kundu fegnast tíðliga á Old Trafford (Mynd: EPA)

2019-04-10 22:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrru fjórðingsfinalurnar í Champions League eru av. Talan hevur ikki verið um nakað festfýrverakarí: 3 mál í gjárkvøldið og 3 mál í kvøld og bert í einum dysti skoraðu bæði liðini. Ofta koma teir bestu dystirnir og mesta undirhaldi í kappingini í áttandapartsfinalunum og fjórðingsfinalunum, men higartil hava dystirnir millum tey seinastu átta ikki liva upp til tað.

Tað hevur tó verið nógvur inntensitetur og spenningur, og hóast tað sær tungt út hjá serliga Porto og United, so er alt opið undan dystunum í komandi viku. Fyriuttan Manchester City hava allir favorittarnir fyrimunin undan seinnu dystunum, men hóast sigur til Tottenham i gjár, so er framvegis væl og virðiliga realistiskur møguleiki hjá Guardiola og hansara monnum, ið framvegis jagstra trý steyp. 

Barcelona byrjaði klárt betri á Old Trafford og kom uppiborið á odda eftir stórar 10 minuttir. Sergio Busquets spældi ein góðan bólt innum verjuna til Messi, ið á hegnisligan hátt fann Suarez. Áleyparin, ið er illa dámdur á Old Trafford, stútaði umvegis Luke Shaw bóltin í málið. Tað varð fyrst kolldømt fyri rangstøðu men VAR-rúmið gjørdi skjótt vart við, at so var ikki. Eingin ivi har - málið varð skrásett sum sjálvmál.

United mentist skjótt og fekk trýst Barcelona væl til tíðir við fysikki og energi. Tað komu nakrar hálvgum vandamiklar støður, men útiliðið stóð væl ímóti og hevði sum so rættiliga gott tamarhald á støðuni. Sigandi var, at heimaliðið einki skot hevði uppá mál. Barcelona skal gera arbeiði liðugt, og tá hugsað verður m.a um, at tað veðrur á Camp Nou, formin hjá United (fýra tap seinastu fimm dystirnar), generella kvalitetin hjá liðunum , og at Barcelona vann í kvøld uttan at av álvara foldað seg út, so sær tað ógvuliga tungt út hjá Solskjær og hansara monnum.

Í Amsterdam komu málini hvør sínumegin steðgin. Ajax spældi enn ein sera góðan dyst, men Juventus fekk eitt gott útgangsstøði, og tað er takkað frálíka stútaranum hjá Ronaldo beint fyri hálvleik. Hetta var eftir ein rímilga javnan fyrra hálvleik, har Ajax hevði bóltin meira.

[object Object]
(Ronaldo kom aftur á máltalvuna í kvøld - Mynd: EPA)

Heimaliðið sat veruliga á 2. hálvleiki og fekk mál beinanvegin. Tað var David Neres, ið fekk fatur á bóltinum, og kviki kantspælarin ornaði alt sjálvur - eitt frálíkt mál. Hóast yvirvágina hjá heimaliðnum hevði Junvetus kanska størsta møguleikan, tá Costa næstan gjørdi "ein Neres" - kviki kanturin hjá Juventus rann langt við bóltinum, men rakti stongina. Hetta kundi gjørt støðuna uppaftur betri hjá italienska liðnum, men tað er fyrimunur til Ronaldo og co., ið eru krútsterkir í Torino.


Champions League - fyrru áttandapartsfinalurnar:
Ajax - Juventus 1-1 (0-1)
0-1 Cristiano Ronaldo
1-1 David Neres

Manchester United - Barcelona 0-1 (0-1)
0-1 Sjálvmál

Í gjár: 

Liverpool FC - FC Porto 2-0
1-0 Naby Keita
2-0 Roberto Firmino

Tottenham - Manchester City 1-0
1-0 Son Heung-min  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder