Annað

Taka ímóti Rumenia í kvøld

Kvinnurnar spæla í kvøld fyrsta heimadystin í EM-undankappingini. Fyrsti bólturin í Høllini á Hálsi verður servaður klokkan 19 - Televarpið vísir dystin.

Eva Winther Nagata roynir seg í dystinum í Kroatia sunnukvøldið (Mynd: fbf.fo)

Eva Winther Nagata roynir seg í dystinum í Kroatia sunnukvøldið (Mynd: fbf.fo)

2022-08-24 09:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska flogbóltslandsliðið hjá kvinnum spældi sunnudagin sín fyrsta dyst í Eurovolley EM-undankappingini. 

Hesin dysturin var í Kroatia og greitt var, at talan fór at verða um eina ógvuliga torføra uppgávu. Soleiðis varð eisini. Føroyar taptu 25-8 í fyrsta settinum, men tað gjørdist betri í 2. setti og uppaftur betri í 3. setti í Osijek, har munurin var tíggju bóltar.

[object Object]
Føroyski hópurin í Kroatia (Mynd: CEV)

Hjá monnunum, ið nú eru lidnir við sína undankapping, gjørdust úrsltini betri og betri fyri hvønn dysti, og í kvøld fáa kvinnurnar aftur ein møguleika, tá Rumenia vitjar. 

Talan er eisini um eitt sterkt lið, men hesuferð hava okkara so heimavallarfyrimunin. 

Umframt Kroatia og Rumenia, skulu Føroyar eisini spæla ímóti Ísrael í hesari undankappingini.

Dysturin í Høllini á Hálsi í kvøld byrjar klokkan 19. Til ber at keypa atgongumerki her. Dysturin kann síggjast hjá Televarpinum

[object Object]
Føroyska liðið til dystin í kvøld (Mynd: FBF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder