Sunnudagin gjørdist KÍ føroyameistari triðja árið á rað. Nú kann liðið hjá Magna Hoseth meira hugsavna seg um evropeisku dystirnar.
Uppgerðin á Tórsvølli í morgin er dystur nummar tvey av seks í Conference League-bólkaspælinum. Talan er eisini um fyrsta heimadyst nakrantíð hjá føroyskum liði í einum evropeiskum bólkaspæli.
Sí eisini: Ósigrað í seinastu sjey evropeisku heimadystunum
Lille spælir í einari topp-fimm deild í Evropa, og hetta verður ein risastór uppgáva hjá KÍ. Sambært veddingarfyritøkunum og ymsum hagtølum er franska liðið eisini stórfavorttur.
Hópurin hjá Lille lendi við leiguflogfari stutt fyri døgurða og venur á Tórsvølli í kvøld. KÍ hevur eisini venjing og tíðindafund, sum Portalurin verður við til. Meira harfrá seinni.
UEFA Conference League bólkur A, 2. umfar
Hósdagin 05.10.
17.45: KÍ - LOSC Lille
Atgongumerki til dystin kunnu keypast her.
Støðan:
1. Lille 3 stig
2. Slovan Bratislava 3 stig
3. KÍ 0 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald