Annað

Taka nú Skálafjørðin

Súkklararnir gleða seg til ein longri steðg í Skálafirði. Um hálvgun seks tíðina verður farið víðari.

Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen við fylgi í Syðrugøtu seinnapartin (Mynd: Terje Hansen)

Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen við fylgi í Syðrugøtu seinnapartin (Mynd: Terje Hansen)

2022-06-28 16:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gongur framá á seinna degi hjá Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen, sum súkkla til allar bygdir í Føroyum upp á 48 tímar.

Nú súkkla teir til Ritvíkar og Æðuvíkar, og seta síðani kósina móti Skálafirði. Har verður ein “langur pausa”, sum Jákup Petur orðar seg. Matur skal til, og í Skálafirði ætla súkklararnir at keypa ein búff, ljóðar.

Sum skilst verða fleiri frá Team Rynkeby sum fara at súkkla við úr Skálafirði, tá vestari armur av Skálafjørðinum, Kolbanargjógv, Morskranes og Selatrað skulu leggjast afturum.

Eftir hetta verða bygdirnar í norðraparti av Eysturoynni og Streymoynni tiknar, og klokkan 9 í morgin árini er ætlanin at koma á Vaglið í Havn - 48 tímar eftir at teir fóru úr Sumba mánamorgunin.

--

Súkklað verður millum annað fyri at seta fokus á Eydnudeildina, og tað arbeiðið tey gera. Til ber at stuðla við at flyta pening á kontu: 9865-3135467

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder