Hondbóltur

Taka samanum og hyggja frameftir nú fyrrapartin

Føroyar spæla móti Montenegro klokkan 17 sunnudagin. FM1 sendir frá spælarahotellinum klokkan 11 í dag - við samrøðum og gestum.

Óli Mittún var ein teirra, sum fekk nógv sløg í gjár móti Sveis. Hann og liðfelagarnir skulu skjótt koma fyri seg og fyrireika seg um at spæla um stigini sunnukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún var ein teirra, sum fekk nógv sløg í gjár móti Sveis. Hann og liðfelagarnir skulu skjótt koma fyri seg og fyrireika seg um at spæla um stigini sunnukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-17 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Í fyrstu EM-uppgávuni her endaði tað við einum tøttum og hørðum dysti, har føroyingar fingu nøkur sløg - kropsliga og sinnisliga - og skuldu stríðast heilt til tað seinasta fyri at fáa eitt stig burturúr móti Sveis.

Við støðuni eftir fyrstu minuttirnar í 2. hálvleiki burdi tað ikki verið so, tí Føroyar vóru á odda 19-13 einaferð. Men tá so tólv vánaligir minuttir - og ein ógvuliga góð sveisiks løta - vendi øllum á høvdið, so kundi javnleikurin av álvara brúkast. Og tað var eisini eitt ávíst nøgdsemi hjá spælarum, venjara og fjepparum aftaná

Les eisini: Blakaðu stóra leiðslu burtur - men stríddu seg til stig móti endanum

Sí eisini - video:
Elias: - Gott at fáa stig móti endanum
Bredsdorff: - Eg skal heilsa og siga, at Føroyar gjørdu tað gott í dag

[object Object]

[object Object]
Stórur fagnaður á spælarum og fjepparum beint eftir 28-28 málið hjá Vilhelmi Poulsen 

[object Object]Myndir: Sverri Egholm

Sì fleiri myndir úr Unity leikhøllini

Sansirnir fingu eisini sítt hjá spælarunum. Hetta serliga við øllum larmandi áskoðarunum, og tað hevur mest sannlíkt verið trupult at sovna í rímiligari tíð hjá teimum flestu í gjárkvøldið.

Føroyingarnir skulu tó koma skjótt fyri seg og hyggja frameftir - eisini fjeppararnir. Kroppur og sinn skulu vera til reiðar aftur í annaðkvøld, tá Montenegro bíðar. Har er stig, og helst ein sigur, eitt krav, um vónin um at koma víðari til miðumfarið veruliga skal liva víðari.

Vilhelm Poulsen, ið javnaði fyri Føroyar í seinastu løtu móti Sveis, staðfesti eisini, at man skjótt noyðist at hyggja víðari.

Vera á spælarahotellinum klokkan 11 - taka samanum og hyggja frameftir

Spælararnir hava tó "sovið eitt sindur uppá upplivingina móti Sveis", og onkrar teirra hoyra vit frá í sendingini á FM1.

Hendan byrjar klokkan 11 føroyska tíð og varir í umleið ein tíma. Har fer Pætur Nolsøe at tosa við Tórmóður Petursson Djurhuus og Hall Danielsen.

Teir fara at greina dystin í gjár eitt sindur og síðani hyggja fram móti Føroyar - Montenegro (sunnudagin klokkan 17), sum nærum er púra avgerandi fyri, hvørt Føroyar kunnu koma víðari til miðumfarið í Malmö ella ikki.

Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum.

[object Object]Tórmóður Petursson Djurhuus og Pætur Nolsøe í Oslo. Teir verða til reiðar á spælaragistingarhúsinum klokkan 11 (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder